Ongi úrslit

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

Tað er best at skálda nátungarnar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Áki Bertholdsen
26. august kl. 12:15

Nú nærkast nátatíðin av álvara, og tað høvið brúkar Heilsufrøðiliga Starvsstovan til at minna á, hvussu stóran týdning tað hevur at forða fyri at fólk verða smittað við nátasjúkuni.

Men nú er tað ikki longur nátasjúkuni, vit skulu ansa eftir. Nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan nevniliga eisini ímóti Fuglakrími.

Tað gera tey fyri at forða fyri ikki at tey, sum fáast við nátungar, ikki bera fuglakrím til taman fugl - ella um illa vil til - so at fólk ikki fáa fuglakrím.

Mannagongd fyri at fyribyrgja nátasjúku
Nátar ið síggja sjúkir, rak og ússaligir út eiga ikki at verða tiknir.   

Klæðir: Tey, ið fara eftir nátungum, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey, og onnur klæðir, tey hava verið í, væl tá ið tey koma aftur. 

Handreinføri: Tað er umráðandi at vaska sær væl um hendurnar, bæði undir, og aftaná veiðuna. Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn tað verður etið, ella ein festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloraminpulvur og leiðbeining um at loysa upp í vatni fáast á apotekinum.

Hagreiðing: Av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, er tað best at skálda nátungarnar.Verða nátungar royttir, eigur tað at verða gott luftskifti har roytt verður. Eisini kunnu støvmaskur brúkast tá ið roytt verður.

Burturkast: Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt, og annað frá nátaveiðuni, skulu koyrast í plastposar og koyrast í ruskbingjurnar hjá IRF, ella á brennistøðini í Havn.   

Sjúkueyðkenni Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og fepri áleið 39, turrur hosti og høvuðpína.

Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa følir seg sjúkan.

Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna. 

Síðani 1991 hevur Landslæknin skrásett seks tilburðir av nátasjúku hjá fólki, ein í 1991, tvey í 2003, tvey í 2016 og ein í 2017.    

Til matna  
Tá nátungi er royttur, skáldaður ella skrædlaður, er vandin fyri smittu lítil og eingin. Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku, doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá natungin er kókaður ella stoktur.    

Er ætlanin at selja nátungar, skal tað verða frá løggildum stað ella eftir kunngerðini um heimaframleiðslu.

Heilsufrøðiliga starvstovan mælir til, at teir eru skáldaðir ella royttir og ílignir, tá ið teir verða seldir. Teir kunnu sjálvandi eisini vera skrædlaðir.     

Nátungar, ið eru saltaðir og ílignir, smitta ikki.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14