Nú í sambandi við kavaruddingina kring landið, hevur løgreglan fingið fráboðan um fleiri bilar, sum standa á almennum økjum við ongum nummarplátum.
Løgreglan sigur, at tað er ikki loyvt at hava bil, við ongum plátum, standandi á almennum vegi. Men nú í kavaruddingini hevur løgreglan fingið boð um 10 bilar, sum standa runt umkring við ongum plátum. Teir allarflestu vóru í Eysturoynni, men eisini onkur í Havn.
Sostatt fáa teir nú ein reyðan seðil á rútin og har stendur, at eigarin fær 48 tímar at flyta bilin, annars verður hann fluttur fyri eigarans rokning.
Samstundis fær eigarin eisini boð um tað.
Eigarin fær so ikki bilin aftur fyrr enn eigarin hevur goldið fyri flutningin, umframt aðrar rokningar, sum eigarin kanska ikki hevur goldið.
Tað eru nógvir bilar, sum standa við ongum plátum á almennum støðum. Men løgreglan sigur, at tey, og aðrir myndugleikar, hava ikki verið heilt samd um ein felags leist fyri, hvussu farast skal fram. Men tað máiið er nú loyst, so tað er væntandi, at fleiri bilar fara at fáa ein reyðan seðil á rútin...