Sissal og dansifelagi hennara, Eugen Miu, vóru sera illa viðfarin av áskoðarunum, tá tey luttóku í Dansifrøði. Hettar greiða tey bæði frá í podcastinum hjá Se og Hør, Rundt på gulvet.
Her fortelur Sissal Jóhanna um tær øgiliga nógvu ljótu viðmerkingarnar, hon fekk um sína útsjónd.
Mynd: Tv2
Tað vóru seks harðar vikur tey vóru við í sendingini, men kampurin var enn harðari uttanfyri dansigólvið. Meira nágreiniliga vóru tað ryktir og viðmerkingar um, hví Eugen Miu ikki lyfti 30 ára gomlu sangarinnuna, tá tey dansaðu. Viðmerkingar um tað, hevur fest seg eyka nógv í hana:
- Eg eri ikki tung at dansa við. Ja, hann kann ikki lyfta meg kanska tí eg ..... Men eg eri ikki tung at dansa við. Eg havi gjørt fimleik í 12 ár. Eg eri ein elitufimleikari, sigur Sissal við Se og Hør.
Hyggjararnir vóru altso sera harðir í sínum viðmerkingum á sosialu miðlunum, ímóti hennara útsjónd og vekt – og ikki móti dansinum hjá parinum. Hettar ávirkaði tey bæði djúpt.