Ongi úrslit

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

Jørgen Niclasen heldur, at vit kunnu spara sendistovur uttanlands burtur
Áki Bertholdsen
20. november kl. 09:53

Tað hevur elvt til kjak, at Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur gjørt av at senda trý landsstýrisfólk til hús fyri at gera fyrisitingina bíligari.

Men tað er eisini greitt, at ætlanin er at seta fleiri sparitiltøk í verk fyri at gera tað almenna bíligari at reka.

Enn er óvist, hvørju onnur tiltøk verða sett í verk. Men tað hevur Jørgen Niclasen, tingmaður fyri fólkaflokkin, eitt uppskot um.

Og tað er væl trúligt, at Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin koma fram at valdinum eftir næsta løgtingsval, tí, í hvussu so er geva veljarakanningarnar teimum avbera stóra undirtøku og heili 10 -11 tingfólk.

Jørgen Niclasen heldur, at næsta sparitiltakið hjá tí almenna eigur at verða at niðurleggja onkrar føroyskar sendistovur uttanlands.

Hann sigur ikki, hvørjar sendistovur, hann hugsar um, men hann heldur, at. tað er óneyðugt hjá Føroyum at hava átta sendistovur uttanlands.

– Tað ber væl til at reka føroyskan uttanríkispolitikk uttan at hava átta sendistovur runt umkring í heiminum, sigur Jørgen Niclasen.

Sum er, hava Føroyar sendustovu í ES, í Keypmannahav, í Reykjavík, í Moskva, í London, í Beijing, í Tel Aviv og í Wahington.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19