Tórshavnar býráð hevur nú gjørt av at leggja tænastugjald á bústaðir, sum standa tómir kring um í kommununi.
Tað sæst nú býráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Har sæst, at næsta ár ætlar Tórshavnar kommuna at fáa 2,9 milliónir í inntøku av tænastugjøldum á bústaðir, har eingin býr.
Tey hava roknað seg fram til, at tænastugjald skal leggjast á eini 477 bústaðir, har eingin býr. Tað merkir, at hvør bústaður fær eitt tænastugjald upp á einar 6.080 krónur fyri árið, ella einar 507 krónur um mánaðin.
Peningurin, sum kemur inn, skal brúkast til tær útreiðslur, kommunan hevur av at veita húsum vatn, kloakk, umframt til útreiðslurnar av at taka ruskið og brunatilbúgving.
Ikki allir býráðslimir eru so fegnir um hetta. Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan skilur einki og hann spyr um talan er um ognarskatt.
Elsa Berg, borgarstjóri, sigur, at tað er strangt eftirlit við hesum pengunum, tí teir skulu setast inn á eina serliga kontu.
Skipanin er ógvuliga gjøgnumskygd, og í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið stovnað eina serliga kontu, sum tænastugjøldini verða sett á, og so fáa kommunurnar tað aftur.
Men hon vísir á, sum eitt dømi, at í Eysturbýnum í Havn eru kloakkirnar gamlar og í ringum standi. Tær leka illa og tað er nógvur rustur í vatninum, sigur hon.
– Har eru eisini nógv tóm hús, men hvør skal rinda fyri tænastuna, at fáa reint vatn, spurdi hon.
Sjálv heldur hon, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at tey, sum eiga hús har, uttan at rinda skatt í Tórshavnar kommunu, rinda sín part av tí tað kostar.