Ongi úrslit

Stolnir málningar á rótikassanum

Stuldur í kommununi vekir varhuga

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
28. august 2025 kl. 13:32

Tveir málningar hjá Maiken Anitu Højgaard eru stolnir úr sethúsunum hjá henni á Toftum. Málningarnir stóðu á einum skápi í gongini, men eru nú horvnir. Harumframt er ein tungur og stórur figurur eisini vekk – hann stóð í havanum.

Figururin var gjørdur av einum útlendskum listafólki, sum hevði tilknýti til Saltangará, og tað varð bara gjørt eitt eintak av honum. Maiken sigur seg, hava sæð figurin í sølubólkinum, Rótikassin á Facebook, men finnur nú ikki uppslagið aftur.

Stuldur í kommununi vekir varhuga

Ein anonymur borgari skrivaði nýliga í Facebook-bólkinum Túnatos – Nes kommuna, har fólk vórðu biðin um at boða frá, um tey høvdu merkt til stuldur í økinum. Skrivað varð, at pengar vóru stolnir úr húsum hjá fólki í kommununi.

Eisini greiddi ein kvinna frá í einari samrøðu við Maiken, í einum matvøruhandli á Toftum, fyri umleið tveimum vikum síðani, at onkur hevði stolið 500 litrar av olju um náttina. Eftir fráboðan, komu fólk frá Effo at kanna tangan og staðfestu, at stór olju-nøgd var tikin.

Maiken sigur, at hon sá málningarnar í sølubólkinum, Rótikassin á Facebook, men kendi teir ikki aftur, sum sínar beinanvegin, tí hon hevði ikki varnast við, at hennara vóru vekk. 

Í dag hevur Anita boðað politinum í Klaksvík frá málinum. Hon heitir nú á øll, sum hava sæð hesar málningar ella figurin – serliga í Rótikassanum ella líknandi sølubólkum – um at seta seg í samband við hana ella boða frá hjá løgregluni.


Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10