Uni Debess & The Tomcats eru klárir at útgeva tað trettandu heildar útgávuna við heitinum “RED” og hetta kanst tú uppliva í Salt í kvøld í SALT.
Uni Debess & The Tomcats er tann virknasti Rock/Blues tónleikabólkurin í Føroyum. Bólkurin hevur útgivið 12 fløgur, vunnið Prix Føroyar og valdur sum árðsins tónleikabólkur í 2005.
Teir hava spælt saman síðani 2003 og hava verið á konsertferð í: Kanada, Skotlandi, Írlandi, Danmark, Norra, Svøríki, Íslandi, Grønlandi, Shetlandi, Spanien og Føroyum.
Tónleikurin, sum Uni Debess & The Tomcats spæla, er Rock/Blues og til tíðir ógvuliga Funky.
Tú kanst vænta tær spæligleði, sum saman við einari orkufullari nýskapandi og líviligari ljóðmynd tekur teg á eina ferð í hesum spennandi tónleikaheimi.
Í sambandi við útgávakonsertin í SALT fer Fróðbiar Sóknar Bluesorkestur at ”hita upp” fyri teimum.
Manningin er Dennis Lave – trummur, Dávið Jacobsen – bass, Kristian Holbæk – vokal og munnharpu. Á gittar er ein gamal kenningur frá orkestrinum – Páll Lave, sum er við á guitar hesi ferð.
Uni Debess & The Tomcats:
Uni Debess – sang, gittar
Edvard N. Debess – bass, kór
Finnur Hansen – orgul, kór
Fríði Bjørgvin – gittar, kór
Rógvi á Rógvu – trummur