Undir vanligum umstøðum er manningin hjá Landsverki tíðliga á fótum fyri at salta vegir og grava kava av vegunum, so at tað er koyrandi hjá fólki.
Sunnudagur er í morgin og undir vanligum umstøðum fara fólk og maskinur so mikið tíðliga til verka, at tað er koyrandi á øllum høvuðsegum klokkan átta.
Men hann sigur frá ódnarveðri í nátt og tað verður eisini fitt av avfalli, kanska eisini vátakavi summastaðni. Men Landsverk hevur gjørt av, at undir slíkum umstøðum, sum verða í nátt og í morgin ári, fara tey ikki at senda fólk og maskinur í fjøllini at grava kava og at salta.
Tí sigur Landsverk, at í morgin verður einki gjørt fyrr enn vindurin er avhæsaður, og eftir veðurtíðindunum, verður tað ikki fyrr enn einaferð nakað væl út á fyrrapartin.
Annars er endamálið at gerandisdagar skal vera koyrandi á høvuðsvegunum klokkan seks á morgni, leygarmorgnar klokkan sjey og sunnumorgnar klokkan átta.