Flyta tey ungu lesandi av landinum?

Íkast til “kjakið” ella narrativið um, at tey ungu lesandi flyta av landinum.

Terji á Lakjuni, lestrarvegleiðari á Kambsdali
21 tímar síðan

Seinastu dagarnar hevur verið tosað um rákið, ið sigst vera, at alt fleiri ungfólk fara av landinum í lestrarørindum.

Men er rákið soleiðis?

Tøl frá Studna stuðla ikki undir, at gongdin er soleiðis.

Støði verður tikið í niðanfyristandandi talvu hjá Studna, sum hevur skrásett hagtøl við støði í lestrastuðli fyri lesandi á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í eitt longri tíðarskeið (víst verður til viðmerkingina niðanfyri í talvuni/myndini).

https://www.studni.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fHagt%c3%b8l%2fFoeroyingar-a-hAegri-utb23-24.pdf

Fyri at gera gongdina týðiliga havi eg valt at samanbera skúlaárið 2013/14 við skúlaárið 2023/24 – eitt 10 ára skeið. Annars kann sjálvandi nógv annað lesast úr talvuni. Her er talan um faktuell tøl, sum eru samanbærlig.

Fylgjandi framgongur av talvuni:

-        Talið av føroyingum, sum eru undir hægri lestri í Føroyum og uttanlands, tilsamans, er lækkað úr 2.519 til 1.828. Ein lækking uppá 27%.

-        Samlaði talið av hægri lesandi í Føroyum er hækkað úr 838 til 1026. Ein hækking uppá 22%.

-        Samlaða talið av lesandi føroyingum undir hægri lestri í Danmark er nærum hálverað úr 1423 til 732. Ein lækking uppá 49%.

-        Samlaða talið av lesandi føroyingum í ÚSUN-skipanini (lesandi uttanfyri Norðurlond) er lækkað úr 258 til 70. Ein lækking uppá 73%.

-        Í skúlaárinum 2013/14 lósu 33% av teimum, sum lósu hægri lestur, í Føroyum. Í skúlaárinum 2023/24 lósu 56% av teimum, sum lósu hægri lestur, í Føroyum. 23% stig fleiri.