Fríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya nýggja frágreiðing fram, sum greinar viðurskiftini millum Føroyar og Russland. Tiltakið byrjar klokkan 09:00 á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu í Havn
Nakrar av niðurstøðunum í frágreiðingini eru hesar:
Fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Russland gevur undirskot fyri Føroyar í 2024
Umleið 7 prosent av føroyska útflutninginum fór til Russlands í 2024. Hetta hevur eitt virði upp á umleið 800 milliónir krónur
Avmarkandi tiltøkini móti Russlandi merkjast í teimum pørtum av vinnulívinum, sum hava veitt russiska flotanum vørur og tænastur
Ongi útlit eru fyri bøttum viðurskiftum millum vesturheimin og Russland komandi árini. Tí eiga Føroyar at gera eina langtíðarstrategi fyri førda russlandspolitikkin
Russland hevur eina langtíðarætlan um nationalt “matsjálvbjargni”, sum merkir, at landið sjálvt framleiðir allar matvørur heldur enn at innflyta mat. Hetta kann fáa avleiðingar fyri føroyskar útflutningsfyritøkur
Fleiri og fleiri yvirtikin, føroysk málsøki fáa eina trygdarpolitiska dimensjón, t.d. fjarskifti, handil og fiskivinna. Tí kemur málsøkjabýtið millum Føroyar og Danmark undir trýst
Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt frágreiðingina, sum kann lesast á leinkinum niðanfyri. Frágreiðingin verður løgd fram á almennum tiltaki fríggjadagin 29. november, tá fleiri gestarøðarar uttanlands eisini fara at leggja fram um viðkomandi viðurskifti.
Frágreiðingin er fíggjað av granskingarskránni FASDINA (Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic), sum Granskingarráðið umsitir. Frágreiðingin greinar viðurskiftini millum Føroyar og Russland og viðger ymiskar tættir í viðurskiftunum landanna millum.
Høvundarnir, sum hava gjørt frágreiðingina, eru Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, Hans Ellefsen, lektari í búskaparfrøði, Tór Marni Weihe, granskingarhjálpari og cand.mag. í russiskum viðurskiftum, Flemming Splidsboel, serfrøðingur í russiskum viðurskiftum á Dansk Institut for Internationale Studier, og Páll Holm Johannesen, greinari í Vinnuhúsinum.
Ein partur snýr seg um broytingarnar í føroyska russlandspolitikkinum frá 2014, tá Russland hertók Krim-hálvoynna, til februar 2022, tá Russland gjørdi innrás í alt Ukraina.
Ein annar partur greinar russisk áhugamál og nationalar russiskar strategiir, m.a. viðvíkjandi Arktis og Norðuratlantshavi, maritimu strategi Russlands og russisku ambitiónini um at røkka nationalum sjálvbjargni viðvíkjandi matvøruframleiðslu. Tað merkir, at Russland hevur ætlanir um at gera seg óheft av innflutningi, ið, sum frá líður, kann raka føroyskar útflutningsfyritøkur.
Ein triði partur greinar fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland, sum hevur verið endurnýggjað á hvørjum ári síðani 1977. Greiningin vísir, at avtalan hevur givið Føroyum yvirskot seinnu árini, men ikki í 2024. Orsøkin til, at avtalan ikki longur gevur yvirskot, er minkandi kvotan í Barentshavinum og hækkandi prísir á makreli, sum russar í umbýti fiska í føroyskum sjógvi.
Ein fjórði partur greinar, hvussu lutvísi havnastongsilin ávirkar teir partar av vinnulívinum, sum hava veitt russiska flotanum í føroyskum sjógvi vørur og tænastur. Avmarkandi tiltøkini merkjast, og fyritøkur halda, at Føroyar í størri mun áttu at gjørt sum Noreg: Hert eftirlitið við russiskum skipum, men færri avmarkingar á, hvørji skip kunnu brúka útvaldar norskar havnir.
Tiltakið fyrrapartin 29. november er býtt upp í tveir partar. Fyrst verður frágreiðingin um Føroyar og Russland løgd fram og eftir ein steðg fara fleiri útlendskir granskarar at hava heilt stuttar framløgur um fjølbroytt evni undir yvirskriftini “Hybridar hóttanir” í altjóða politikki.
Skráin fyri tiltakið fríggjadagin 29. november:
09:00 -10:15: Viðurskiftini millum Føroyar og Russland
Heini í Skorini, lektari, Fróðskaparsetur Føroya
Tór Marni Weihe, granskingarhjálpari, Fróðskaparsetur Føroya
Hans Ellefsen, lektari, Fróðskaparsetur Føroya
10.30-11.45: Hybridar hóttanir og altjóða politikkur
Greyzones in Greenlandic foreign policy: Ramus Leander Nielsen, Ilisimatusarfik (Greenland University)
Cybersecurity: Jeppe Teglskov Jacobsen, Royal Danish Defence College
Fishery - Royal Greenland as a case: Merete Lindstrøm, Head of Communication, Royal Greenland
Telecommunication infrastructure: Mette Simonsen Abildgaard and Laura Kocksch, Aalborg University
Chinese influence: André Ken Jakobsson, University of Southern Denmark
Food Security: Robert Imré, Fróðskaparsetri Føroya
Economic Security: Robert Imré
Tiltakið á veghæddini í Jónas Broncksgøtu 25 í Havn er ókeypis og opið fyri almenninginum.
Lesið frágreiðingina, Frá Krim til Kyiv - ein greining av viðurskiftunum millum Føroyar og Russland, her.