Í hesi vikuni hava Center for Udsatte Flygtninge og Børn & Familie vitjað í Føroyum, har tey hava undirvíst lærarum, námsfrøðingum, sosialráðgevum og sálarfrøðingum, sum arbeiða við flóttafólki úr Ukraina.
Undirvísingin snúði seg um arbeiðið við børnum, ungum og foreldrum í dagstovnum og fólkaskúlanum.
Á skeiðnum var undirvíst í, hvussu tað er hjá fólki at hava upplivað kríggj, at vera flótti og at vera í útlegd. Arbeitt var m.a. við námsfrøði í mun til skelkandi upplivingar, og hvussu vit kunnu skilja børn og ung í mun til teirra atburð og upplivingar. Arbeitt var við ítøkiligum dømum í mun til bæði nýtt og eldri ástøði innan økið.
Endamálið við skeiðnum var at:
• fyrireika starvsfólk at arbeiða við børnum, ungum og familjum, sum hava flóttafólkabakgrund
• fakfólk verða styrkt í teirra námsfrøðiliga arbeiði, og læra nýggjar arbeiðshættir og amboð, sum verða roynd í verki
• fakfólk fáa boðið vegleiðing, royndardeiling og supervisión í mun til avbjóðingar í arbeiðinum við málbólkinum
40 luttakarar vóru á skeiðnum.
Undirvísingarstýrið, Nám og Tórshavnar Kommuna skipaðu fyri skeiðnum, og eru tey sera fegin um, hvussu innihaldsríkt og gevandi skeiðið hevur verið.