Veruliga talið av føroyskum lesandi í Danmark er meir enn tvífalt so høgt sum talið, sum Terji á Lakjuni hevur útleitt úr uppteljingini av teimum, sum fáa ferðastuðul frá Studna. Veruliga talið fyri lestrarárið 22/23 var 1865 lesandi.
Terji á Lakjuni, lestrarvegleiðari, á in.fo, skrivar í dag lesarabræv við heitinum “Flyta tey ungu lesandi av landinum?”, har spurnartekin verður sett við, um gongdin er tann, at alt fleiri ungfólk fara av landinum í lestrarørindum.
Terji vísir til tøl frá Studna. Men trupulleikin er, at tølini frá Studna vísa ikki tølini av lesandi – bert tey, ið søkja um ferðastuðul.
Studni hevði ikki tølini
Kringvarpið hevur í heyst sett seg í samband við Studna fyri at fáa tøl fyri føroysk lesandi í Danmark. Svarið frá Studna var, at tey hava ikki hagtøl fyri, hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í Danmark. Hagtølini hjá Studna eru bert talið av lesandi í Danmark, sum hava fingið ferðastuðul.
Hagstovan hevur nýggj tøl
Men Hagstovan fekk hjálpt. Sambært nýggjum dátum hjá Hagstovuni var talið av føroyskum lesandi í Danmark 1865 skúlaárið 2022/2023. Altso er veruliga talið av lesandi meira enn tvífalt so høgt sum talið av teimum, sum sambært Studna hava fingið ferðastuðul.
Vit missa fimta hvønn føroying
Er rákið soleiðis, at alt fleiri ungfólk fara av landinum í lestrarørindum? Sum Breddin 19. november byrjaði við at staðfesta, so er tað IKKI nakað nýtt, at ungfólk fara av landinum. Støddin á árgangunum er ymisk, men sambært tølum hjá Hagstovuni, so hava Føroyar yvir longri tíð mist fimta hvønn í hvørjum árgangi.
Hagstovan lýsir tað soleiðis 6. mars á heimasíðu sínari: “Í tjúgu ára aldri flyta umleið 40 prosent í hvørjum ættarliði av landinum. Bara helvtin av hesum flytur heimaftur, tá tey gerast eldri. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum.” Vert er eisini at nevna her, at fyrr hevur høga burðartalið virkað sum mótvekt til fráflytingina, men soleiðis er ikki longur.
“Kanst tú siga farvæl?” hóskvøldið
Hesar staðfestingar hjá Hagstovuni meta vit í Kringvarpinum vera verdar at taka upp í sendingum okkara. Hósdagin 28. November kemur fyrri partur av sjónvarpssendingini “Kanst tú siga farvæl?”, sum serliga snýr seg um hetta, at føroyingar flyta av landinum og hvørjar avleiðingar tað hevur við sær. Annar partur verður sendur eina viku seinni, men verður eisini tøkur á heimasíðu okkara 28. november.