Ongi úrslit

ÍSF skipar fyri venjaraútbúgvingum

Við hesi útbúgvingin verður ein før/ur fyri at verða venjari hjá liðum og einstaklingum á byrjanarstigi og hjá eitt sindur royndum leikarum/íðkarum

ÍSF/Andras Nolsøe ítróttarráðgevi
21. november 2024 kl. 17:53

Í heyst hevur ÍSF skipað fyri tveimum "Venjari 1" skeiðum. Skeiðini vóru hildin í Tórshavn og á Glyvrum.

Venjarutbúgvingin hjá ÍSF hevur eftirhondini fleiri ár baki, men hesa ferð blivu skeiðni skipað eftir nýggjum leisti, har ein partur bleiv hildin sum e-læring og ein partur sum frálæring frá instruktøri.

Venjari-1 skeiðið er vælegnað til tey, sum ynskja at førleikamenna seg sum venjara. Tað kann vera ein íðkari, foreldur ella virkandi venjari, sum vil gerast enn betri.

Við venjara-1 útbúgvingini fær ein grundleggjandi vitan, um m.a venjaraleiklutin, fysiska venjing, ítrótt fyri børn og ung og um ítróttaskaðar. Við hesi útbúgvingin verður ein før/ur fyri at verða venjari hjá liðum og einstaklingum á byrjanarstigi og hjá eitt sindur royndum leikarum/íðkarum.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá skeiðunum og av luttakarunum saman við instruktørunum, Heri Ziska og Eyðstein Simonsen.

Nýggj skeið verða aftur á skrá í feb-mars mánaða 2025 og lýst verður á heimasíðuni og á sosiluu miðlunum hjá ÍSF nær og hvar hesi skeiðini verða hildin.

Um títt felag ella samband hevur áhugað í einum venjara-1 skeiðið frá ÍSF, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við

Andras Nolsøe - Ítróttaráðgeva.

tpost: [email protected]

Tel: 221563

 

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44