Sum vit skrivaðu beint í áðni, fór eitt fólk fyri borð á Norrønu, nú hon siglir fram við Norsku strondini á veg úr Hirtshals til Føroya. Leiting varð sett í verk alt fyri eitt og Norrøna var við í leitingini, saman við skipum og tyrlu frá norsku bjargingartænastuni.
Smyril Line sigur beint nú, at Norrøna er aftur farin at sigla ímóti Føroyum nú klokkan 21, tveir tímar eftir hendingina. Tað er norsku myndugleikarnir, sum hevur givið Norrønu boð um at halda fram ímóti Føroyum - men leitingin eftir fólkinum, sum fór fyri borð, heldur kortini fram. Norrøna verður á Havnini seint í annaðkvøld.