Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sól og turt. Í kvøld veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind millum landnyrðing og eystan, 5 til 10 m/s. Seinni út á kvøldið verður væntandi skýggjað og kanska mjørki í støðum, tó eisini framvegis sól fleiri staðnis, serliga vestanfyri. Hitin 15 til 20 stig, í støðum 23 stig, um náttina niður í 12 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot eystan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi niður í líti lot, minni enn 5 m/s. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, men í støðum eystanfyri møguliga mjørki, og út á kvøldið kanska sirm ella okkurt ælið. Hitin 15 til 20 stig, um náttina um 13 stig.
Týsdagin
Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, sum frá líður av ymsum ættum. Út á dagin sól ella sólglottar, tó í støðum skýggjað, møguliga mjørki, og okkurt æli. Hitin 13 til 16 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og turt fyri tað mesta, í støðum mjørki. Hitin 11 til 14 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, í støðum frískur vindur, 10 m/s. Samdrigið og stundum ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og viðhvørt ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.
Kelda https://www.vedur.fo/