Ongi úrslit

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Tað var stak heppið, at eingin var akkurát har

Áki Bertholdsen
14. juli 2025 kl. 07:54

Um nátturðatíð í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp av tí óvanliga slagnum. Tað var í Søldafjørði at ein bilur koydi í einum krossvegi, men hann endaði í vinstru vegbreyt og rendi í ein grótgarð. Haðani fór hann tvørtur um ein eina innkoyring og endaði aftir í einum grótgarði, og har hann rakti okkkurt so at bilurin endaði á takinum.

Løgreglan sigur, at tvey fólk vóru í bilinum og tey fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tey høvdu ikki fingið skaða.

Eingin forkláring er upp á, hví óhappið hendi, men tað fer løgreglan at royna at finna út av.

Bilførarin var ungur, men hevði kortini havt koyrikortið í so langa tíð, at hann kundi ikki kallast óroyndur.

Hann var eisini edrúur og løgreglan leggur afturat, at tað er heldur einki um bendir á, at bilurin koyrdi serliga skjótt.

Men løgreglan leggur afturat, at tað var stak heppið, at eingin annar var akkurát har tá ið óhappið hendi, tí so kundi tað enda við nógv størri skaða enn tað, at bilurin fór rættiliga illa.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

4 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47