Ongi úrslit

Epstein var ikki dripin í klivanum

Hann var tikin í varðhald í 2019 og skuldsettur fyri menniskjahandil

© John Minchill
Jóhanna Højgaard
8. juli 2025 kl. 19:41

"Jeffrey Epstein var ikki dripin, hann snýtti ikki framstandandi einstaklingar, og hann hevði ikki ein sonevndan klientlista."

Tað var niðurstøðan hjá amerikanska kanningarstovuni FBI, og amerikanska rættarmálaráðnum í einum felags skrivi í gjár, mánadag.

Niðurstøðan kom eftir at stovnarnir hava gjørt eina umfatandi gjøgnumgongd av prógvunum, sum vóru savnaði inn móti Epstein.

Hann var tikin í varðhald í 2019. Tá bleiv hann skuldsettur fyri menniskjahandil, og misnýtslu av fleiri heilt ungum gentum.

Seks ár eftir deyða Epsteins, liva samansvørjingar um deyða hansara, og sambandi við rík og valdsmikil fólk framvegis, skrivar AFP.

Eitt tað mest útbreidda av teimum er, at Epstein ikki gjørdi sjálvmorð í sínum kliva, men at hann í roynd og veru varð dripin í fongslinum.

Stovnarnir skriva tó nú

- Eftir drúgva kanning eru kanningarfólk hjá FBI komin til tað niðurstøðu, at Jeffrey Epstein framdi sjálvmorð í sínum kliva, skriva stovnarnir í skrivinum.

Videoupptøkur frá staðnum, har Epstein varð fongslaður, vístu á at eingin einstaklingur kom inn ella royndi at fáa atgongd til klivan hjá honum.

Upptøkurnar fóru fram frá tí at hurðin varð stongd, til líkið varð funnið morgunin eftir, stendur í skrivinum.

- Umfatandi gjøgnumgongdin vísir heldur ikki nakran inkriminerandi klientlista, stendur í ritinum. Eingin trúverdig prógv vórðu funnin fyri, at Epstein snýtti framstandandi einstaklingar, stendur víðari.

Ein av teimum serliga framstandandi einstaklingunum, sum hevur verið knýttur at Epstein, er bretski prinsurin Andrew.

Í 2019 segði hann seg úr embætisstarvinum, eftir at vinarlagið við amerikanska handilsmannin var av.

Ghislane Maxwell, sum var unnusta hjá Epstein, var í 2021 funnin sek í at hava rekrutterað og manipulerað gentur til at hava samlegu við Epstein.

Hon situr í løtuni í fongsul í 20 ár fyri hettar.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

Í gjár kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

Í gjár kl. 13:47