Ongi úrslit

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

18 eftirskjálvtar eru higartil skrásettir

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 20:04

Spania var rakt av einum jarðskjálvta sum máldi 5,5 stig á Richter-skalanum tíðliga í morgun.

Hettar hendi bert fáar tímar, eftir at landið hevði upplivað snarflóð og nógv regn.

Jarðskjálvtin rakti Suðurspania, eitt nú vælumtóktu ferðafólkastøðini Costa del Sol og Alicante.

Nakað av takinum á einum flogvølli í Almera fall saman, men annars eru ikki nøkur boð um fólkaskaða.

Spanska landafrøðiliga stovnurin (IGN) skrásetti jarðskjálvtan út fyri Cabo De Gata á Almeria-strondini klokkan 7.13 lokala tíð.

Cabo De Gata er størsta friðaða strandarøkið í Andalusia-økinum.

Við sínum mesta styrki kom jarðskjálvtin upp á IV-V, ella miðal til sterkan, á evropeiska makroseismiska skalanum, sum hevur níggju stig, upplýsir IGN.

18 eftirskjálvtar eru higartil skrásettir har tann størsti er 3,4 í stødd og hendi bert fimm minuttir eftir høvuðsjarðskjálvtan.

Høvuðsjarðskjálvtin rakti yvir 30 km. frá strondini, á uml. Tríggjar km. dýpi.

Fólk føldu skjálvtan í fleiri hundrað býum og bygdum um alt Andalusia og Levante-økið í landinum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20