Ákærurnar sum Patrick da Silva í heyst skal í rættin fyri, snúgva seg ikki um føroyskar gentir. Hann hevur havt samskifti við danskar gentur ígjøgnum miðilin Snapchat.
Men av tí at Patrick búði í Føroyum tá málini vóru meldaði, skulu tey viðgerast í Føroya Rætti.
Fyrsta málið snýr seg um eina 12 ára gamla gentu, har Patrick á Snapchat í januar 2024, skrivaði til hana at hann var 18 ára gamal, hóast hann tá var 29 ára gamal.
Hann bað gentuna krógva teirra samskifti fyri foreldrunum, samstundis sum hann eggjaði henni til at senda frekar myndir av sær sjálvari og spurdi hana spurningar av seksuellum slagi. Og so hevur hann fleiri ferðir sent gentuni seksuellar myndir av sær sjálvum.
Patrick da Silva skal eisini, sambært ákæruritunum, hava sent gentuni myndir av seksuellum slagi av eini aðrari gentu, sum var 12 ár.
Hann skal eisini hava roynt at hava samlegu við gentuna, tí hann bað hana koma til Keypmannahavnar, har hon skuldi fáa 500 krónur, um tey høvdu sex - og 1000 krónur, um hon hevði onkra aðra við sær. Hetta miseydnaðist tó, tí 12 ára gamla gentan segði nei.