Ongi úrslit

Patrick Da Silva skal fyri rættin í Føroyum.

Álvarsamasti parturin av ákæruni er neyðtøka við øðrum kynsligum sambandi enn samlegu

Jóhanna Højgaard
22 tímar síðan

Patrick Da Silva skal fyri rættin í Føroyum.

Hann er skuldsettur fyri eina røð av álvarsligum brotum á revsilógina, sum eru framd móti børnum.

Tað skrivar Ekstra Bladet sambært bold.dk. sum hevur fingið atgongd til ákæruritið móti fyrrverandi Superligaspælaranum. KÍ sleit sáttmálan við Da Silva í oktober í fjør, tá tað kom fram at hann hevði framt fleiri lógarbrot.

Ákærurnar fevna um neyðtøku við øðrum kynsligum sambandi enn samlegu, deiling av pornografiskum tilfari av børnum, roynd at hava samlegu við barn undir 15 ár fyri gjald, grooming og blúnisbrot.

Pástandandi misnýtslan snýr seg um eina 12 ára gamla og eina 15 ára gamla gentu. Harumframt er hann skuldsettur fyri roynd at grooma minst 12 gentur í aldrinum 9 til 14 ár.

Óvist er hvaðani lógarbrotini eru framd, men Patrick er ákærdur í Føroya Rætti. Enn er tó ikki ásett nær málið byrjar. Ákæruvaldið krevur fongsulrevsing í málinum, men hevur ikki fleiri viðmerkingar.

Álvarsamasti parturin av ákæruni, neyðtøka við øðrum kynsligum sambandi enn samlegu, kann bera við sær revsing upp í átta ár.

Da Silva var longu í mars 2021, aðrenn hann kom til Føroyar at spæla, dømdur fyri kynsligan ágang á eina 14 ára gamla gentu á sosiala miðlapallinum Snapchat. Hann hevði sent henni tríggjar myndir og eitt video av sær sjálvum, har hann onaneraði.

Enn eitt mál um eina 13 ára gamla gentu var eisini partur av ákæruni tá, har Da Silva skal hava sent myndir av sínum nakna kroppi, og bað um myndir av gentuni í undirklæðum. Hann var dømdur fyri ósømiligan ágang á tí 14 ára gomlu, meðan rætturin fríkendi hann fyri at hava gjørt seg inn á 13 ára gomlu gentuna.

Patrick Da Silva var tá dømdur 20 daga treytaða fongsulsrevsing, og dømdur at rinda 8.000 krónur í endurgjaldi til offrið.

Hann úttalaði seg eftir dómin til Ekstra Bladet :

- Tá tú tosar um børn, sum hon vil verða kallað, so er hettar nakað, tú ikki gert. Eg eri púra samdur í hasum. Eg havi gjørt okkurt, sum eg ikki átti at gjørt. Og eg eri mest irriteraður inn á meg sjálvan, at tað kundi koma so langt.

Patrick Da Silva kom til Føroyar í 2022, har KÍ opið viðgekk at hann var dømdur, men at teir vildu geva honum ein nýggjan kjans.


Mest lisið hesa vikuna

Hví blanda konservativ Kristin seg uppí alt?

Í gjár kl. 19:35

Kaotiskir tilstandir í Kastrup Lufthavn

22. sepember kl. 21:02

Frí fosturtøka: Sambandsfólk taka frástøðu frá síni egnu tingkvinnu

24. sepember kl. 09:36

Tað eru zionistarnir, sum royna at fyribeina Palestina - hettar er ikki nøkur loyna

22. sepember kl. 09:18

Patrick Da Silva skal fyri rættin í Føroyum.

22 tímar síðan

Profilur meldar seg úr Sambandsflokkinum

23. sepember kl. 20:39