Ongi úrslit

Nýggj samgonga er komin heilt undir land

Beinir Johannesen, samráðingarleiðari, væntar, at skipa nýggja samgongu fyrsta dagin
Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Samgongusamráðingarnar ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin eru komnar undir land.

Tað staðfestir Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum varð størsti flokkur, og samráðingarleiðari.

– Eg er rættiliga bjartskygdur um, at hetta verður nýggja samgongan, sigur Beinir Johannesen, nú hann er á veg á nýggjan samráðingarfund í morgun.

Hann sigur, at samráðingarnar hava gingið so mikið væl, at hann væntar, at eitt útkast til eitt samgonguskjal verður liðugt í dag.

So er eftir at áseta talið á aðalráðum og at býta málsøkini ímillum flokkarnar, men Beinir Johannesen heldur fyri, at nú tey eru, at kalla samd um politikkin, væntar hann ikki, at tað verður málsøkjabýtið, sum fer at forkoma samgonguni.

Av tí at tey ikki so komin til málsøkjabýtini enn, vil Beinir Johannesen ikki siga nakað um, hvussu nógv aðalráð vera, ella hvør verður løgmaður.

Undir fráfarnu samgongu, vóru níggju aðalráð, men tað varð skorið niður í seks, men tað er altso óvist, um núggja samgongan heldur fast um tað.

Beinir Johannesen hevur kortini áður sagt, at sum nógv størsti flokkur, er tað nátúrligt, at Fólkaflokkurin fær løgmann, og so verður tað hann, sum er formaður floksins.

Hann sigur, at hóast teir tríggir flokkarnir, sum samráðast um samgongu, eru rættiliga ymiskir á málið um nógv viðurskifti, hevur tað eydnast at fáa teir at benda seg inn ímóti eini miðju, har ein semja kundi røkkast.

Tað hevur verið kunsturin, men hann sigur, at semja er eisini funnin um tey stórmálini, sum hava skilt partarnar.

– Tað merkir at allir flokkar hava verið noyddir at slakað í sínum hjartamálum fyri at finna eina semju, og fyri at allir flokkar eisini kenna seg aftur í politikkinum - og tað hevur eydnast, sigur samráðingarleiðarin.

Hann vil ikki nevna tey áðrenn samgonguskjalið er almannakunngjørt, men tað er ikki yvir at dylja, at nøkur av stórmálunum, flokkarnir eru ósamdir um, eru tilfeingisgjøld og avgjøld annars á vinnuna, pensjónsaldur og mótrokning í pensjónini tá ið pensjonistar arbeiða, leikluturin hjá Sev í framtíðar orkuveitingini og eisini nógv umrødda tjóðarsemjan.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39