Ongi úrslit

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Áki Bertholdsen
13. oktober kl. 08:46

Løgreglan leitar nú eftir vitnum, sum kunnu hjálpa at fáa greiði á einum máli, har ið løgreglan annars stendur á berum.

Fólk ringdu til løgregluna í gjárkvøldið, beint fyri midnátt, at boða frá, at ein maður lá við ongum viti á alfaravegi í Sverrisgøtu mitt í Havn, tætt við Tórshøll. Sagt varð eisini, at hann bløddi.

Tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at maðurin bløddi í andlitinum, og úrslitið varð, at hann varð førdur á sjúkrahúsið, har ið hann so varð innlagdur.

Løgreglan sigur, at tað var ógjørligt at fáa eina frágreiðing frá honum í gjárkvøldið, tí hann var bæði ávirkaður av rúsdrekka og av sjálvari hendingini. Tí fara tey fara at royna at tosa við mannin aftur í dag.

Men løgreglan hevur illgruna um, at hann hevur verið fyri harðskapi. Tí verður heitt á fólk, sum hava sæð okkurt har um leiðir – út ímóti midnátt – um at boða frá, so at tey fáa greiðu á, hvat er farið fram – um maðurin hevur verið fyri harðskapi, ella um hann bara var dottin.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53