Ongi úrslit

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Áki Bertholdsen
15. oktober kl. 08:56

Seinnapartin í gjár varð eitt mál um harðskap meldað til løgregluna.

Løgreglan sigur, at talan var um tveir starvsfelagar á einum arbeiðsplássi, sum komu til ilnar um eitthvørt.

Ósemjan harðnaði so mikið, at tað endaði við, at annar meldaði hin fyri harðskap.

Løgreglan sigur, at báðir menninir fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan veit ikki, hvat tað akkurát var, sum hendi, tí har er orð ímóti orði.

Hendingin fór fram uttandura, og nú royna tey so at vita, um nøkur vitni eru, sum kunnu hjálpa løgregluna at fáa greiði á, hvat fór fram.

Í gjárkvøldið varð eisini ein maður tikin og skuldsettur fyri harðskap ímóti løgreglufólki. Løgreglan varð boðsend at fáa ein mann burtur av eini adressu í Havn, men tá ið løgreglan kom á staðið, varð hann so óður, at hann gjørdi seg inn á eitt løgreglufólk, og tað er hann so nú skuldsettur fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48