Nú eru samfull 60 ár síðani, at tey í Runavík fóru at tosa um at byggja svimjihøll. Men tað er ikki fyrr enn nú, at tey kunnu finna sær svimjiklæðini fram og gera seg klár at leypa út í.
Nú er nevniliga dagurin ásettur fyri, nær svimjihøllin verður tikin í brúk.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at hann hevur fingið at vita, at mikudagin,1. oktobur skal svimjihøllin verða klár at taka í nýtslu.
Tað er eitt hálvt ár seinni enn upprunalig ætlað, men borgarstjórin sigur, at onkur arbeiði hava drigið út.
Eitt nú varð verkfall í fleiri vikur seinasta vár og summar, og tað darvaði arbeiðnum nakað. Men tað, sum nú er avbjóðingin, er at fáa alt múraraarbeiðið frá hondini. Tað eru nógvir fermetrar, sum skulu múrast, og tað tekur sína tíð, tá ið múrararnir eru fáir í tali.
– Tað er gongd í og tað seinasta eg havi hoyrt, er, at svimjihøllin kann takast í brúk tann 1. oktobur, sigur borgarstjórin.
Eitt ódnartak
Nýggja svimjihøllin kostar einar 165 milliónir krónur, so borgarstjórin sigur, at fíggjarliga er hetta eitt ódnartak hjá kommununi, sum fer við nógv størsta partinum av íløguætlanini til arbeiðið er liðugt.
Sáttmálin um arbeiðið varð skrivaður undir síðst í august í 2022 og svimjihøllin er bygt upp í ítróttar- og fimleikarhøllina, Bylgjuna so at alt virksemi av hesum slagi verður samlað undir sama takið.
Í nýggju svimjihøllini verða alskyns hentleikar, sum hoyra eini slíkari høll til.
Har verður ein hylur, sum verður 25 metrar langur og 21 metrar breiður so at pláss er fyri átta geilum.
Í øðrum endanum er hann 1,35 metrar djúpur og í hinum endanum er hann fýra metrar.
Har verður vippa, og eisini ein hangandi pallur yvir tí djúpa endanum, har tað ber til at loypa, og tað ber eisini til at fara upp á pallin, ella niður í hylin, eftir reipstiga.
Har verður vatn-skreiðibreyt, og har verður eisini ein grunnur spælihylur til børn, sum kortini er djúpari í øðrum endanum, har børn kunnu spæla og annars venja seg við vatn.
Somuleiðis verður eitt vælveruøki við heitum hyli, sauna og dampbaði, og uttan fyri er ein kaldur pottur.
Í Svimjihøllini verða tvey størri umklæðingarrúm, umframt tvey smærri umklæðingarrúm til familjur ella rørslu tarnað.
Harafturat verða tvey størri um klæðingarrúm uppi á til virksemi í ítróttar- og fimleikarhøllini.
Har verður eisini lyft ímillum báðar hæddirnar, umframt móttøka við uppihaldsøki og fundarhøli við einum lítlari køk.
Alt verður grønt
Ein høll sum Bylgjan, við svimjihøll, umframt ítróttar- og fimleikarhøll, brúkar rættiliga nógva orku, bæði til varma og til at halda vatnið heitt.
Tí verður allur bygningurin nú lagdur um til varandi orku og hesum sambandi eru heili 28 jarðhitahol, sum eru 300 metrar djúp, borað rundan um bygningin.
Borgarstjórin hevur áður sagt, at útrokningar vísa, at tað fer at geva nokk av varandi orku til allan bygningin.
Tað er einar fimm milliónir dýrari enn at seta oljufýr upp, men íløgan í jarðhita er spard inn aftur upp á 5-8 ár, sigur býráðið.
Og loypir nakað av, verður jarðhitin lagdir yvir í aðrar almennar bygningar, sum eru í grannalagnum, og har eru bæði politistøð, skúli og læknamiðstøð beint við.
Hava bíðað í 60 ár
Annars eru tað eini 60 ár síðani, at ætlanin um at gera svimjihøll í Runavík, kom í eygað.
Tað var í 1964, at fólk tóku seg saman at stovna svimjifelag og tey útvegaðu eisini grundstykki til svimjihøll beint við skúlan á Glyvrum. Tað stykkið hevur ligið útgrivið í 60 ár og er ongantíð komið víðari.
Ein orsøk til at stígur kom í, var, at kommunan datt sundur í 1967 og tær smærru kommunurnar høvdu ikki fíggjarliga orku til at gera svimjihøllina lidna.
Síðani hevur svimjihøllin hevur verið politiskt valagn á hvørjum vali líka síðani, men tað bleiv ikki til meiri enn orð og lyfti - ikki fyrrenn nú, tí undanfarna býráð setti sær fyri, at nú skuldi tað vera.