Ongi úrslit

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

Á Tvøroyri fer barnagarðurin at lata upp fyrr um morgunin

Myndin er frá Tvøroyrar býráð
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 07:44

Dagstovnurin á Tvøroyri, Mýrifípan, fer nú at lata upp fyrr um morgunin enn hann annars hevur gjørt.

Tað hevur býráðið á Tvøroyro samtykt.

Tað hendur eftir at foreldur hava gjørt vart við seg um hesi viðurskifti. Hetta eru foreldur, sum skulu møta til arbeiðis klokkan sjey um morgunin - og tað eru tað fleiri sum skulu.

Og tað er ein trupulleiki hjá teimum, tí Mýrifípan letur ikki upp fyrr enn klokkan 7.30, sum næstan allir aðrir dagstovnar í landinum.

Tí hevur býráðið samtykt at barnagarðurin skal lata upp ein tíma fyrr enn vanligt, ella klokkan 6.30 á morgni.

Byrjað verður upp á hetta beint eftir summarferiuna, ella fyrst í august, og talan verður um eina royndarskipan restina av árinum, og so skal tað eftirmetast aftur.

Hetta merkir samstundis, at eitt starvsfólk skal møta til arbiðis klokkan 6.15 á morgni og eitt starvsfólk afturat skal møta klokkan 6.30 - men hendan nýggja tænastan fer ikki at ávirka ansingargjaldið, sigur býráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Tvey hús á Toftum fingu skaða av spreinging

24. juni kl. 07:40

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

22. juni kl. 09:28

Koronufarsóttin fyrireikaði okkum til fjarlestur”

23. juni kl. 11:31

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

Í gjár kl. 07:44

USA hevur bumbað Iran

22. juni kl. 07:10