Beint eftir døgurða í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá einum arbeiðsóhappi á Toftum.
Ein maður stóð og brekkaði í sambandi við eina útstykking tá ið hann brádliga rakti eina gamla spreingiløðing, sum var ein leivt frá onkrum gomlum arbeiði, sum er gjørt har á staðnum.
Spreningiløðingin gekk av og mold og steinar fóru langan tein í allar ættir.
Tvey hús í grannalagnum fingu skaða av steinum, sum duttu niður á takið - men maðurin við brekkaranum fekk ongar snuddir.
– Hann gjørdust sjálvsagt ómetaliga kløkkur av spreinginini, men hann slapp frá spreingingini uttan mein, sigur løgreglan.
Arbeiðseftirlitið fekk boð um óhappið og tey gera so tær kanningarnar, sum krevjast undir slíkum umstøðum.