Ongi úrslit

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

Vóru á sølustevnu fyri fakfólk í Brooklyn

Jóhanna Højgaard
18. juni kl. 19:21

Faer Isles Distillery var í seinastu viku í Brooklyn á handilsstevnu. Hettar var tann fyrsta av sínum slag teir hava verið á í USA.

“The Bar Convent Brooklyn” er ein sølustevna bert fyri fakfólk. Tað vóru tí bara serfrøðingar í spiritusi á messuni og stjórin, Dánial Hoydal, heldur at tað var serliga spennandi at fáa so ekstremt góðar afturmeldingar.

Barrvørar, sommelier, kekkar, barr- og matstovuánarar, importørar, matjournalistar, distributørar... allir komu við góðum afturmeldingum.

Dimma.fo setti honum nakrar spurningar, tá hann var afturkomin til Føroyar.

Millum annað vildu vit fegin vita, um tað lukkaðist teimun at finna nakrar kundar í USA? Og um vit kanska kunnu vænta okkum, at tey fara at samstarvast við fleiri listafólk í framtíðini?

Sipað verður her til, at Eivør hevur samstarvast við destillaríið um at sniðgeva fløskurnar til teirra “Subsea Vodka”. Sí nærri samstarv við Eivør

-Faer Isle Distillery fekk eina avtalu í hús við ein importør á stevnuni.

Næsta stigið verður so at fáa avtalur í lag við distibutørar, tí í USA skal sølan ígjøgnum slíkar.Tað ber ikki til selja beinleiðis til barrirnar.

Hóast amerikanski marknaðurin er serstakliga trupul eftir fleiri húsagangir, m.a. eisini hjá næststørsta distributørinum í landinum, so lukkaðist okkum allíkavæl at fáa fundir við nakrar áhugaverdar distributørar, sigur Dánial.

Vit hava nógv samstørv við føroysk listafólk umframt Eivør.

Tað samstarvið var tó eitt sindur serstakt, tí hon gjørdi okkara nýggju fløskur- og fløskan er sum vera man heilt sentral hjá einum spiritusmerki, endaði Dánial.

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

19. juni kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

Í gjár kl. 10:06

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

19. juni kl. 13:25

Paz hevur fingið tvær Michelinstjørnur

16. juni kl. 18:55

Robert vitjar hotellið hvønn dag

15. juni kl. 11:50

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

18. juni kl. 19:21