Ongi úrslit

Faer Isles Distillery og Eivør Pálsdóttir í samstarvi

Ein heilt serstakur og maritimur dámur.

Jóhanna Højgaard
26. apríl 2025 kl. 22:05

Faer Isles Destillery hava "vind í seglinum."

Distillaríið í Vestmanna er tað fyrsta í heiminum av sínum slag, sum brúkar vatn úr ein millión ár gamlari feskvatnsgoymslu í undirgrundini. Tað er eisini eitt tað størsta brennivínsvirkið í norðurlondum.

Hettar reina og klára ferskvatnið av høgari góðsku, hóskar seg sera væl til framleiðslu av vodka. Tað gevur, destillerað saman við tara, teirra vodka ein heilt serstakan maritiman dám.

Á Facebookvanganum hjá teimun kann lesast um samstarvið við Eivør Pálsdóttir, um sniðgevingina av fløskuni til Subsea Vodka

-Okkara nýggja vakra fløskusnið er grundað í ekspressivu tekningunum hjá Eivør, "okkara" heimskendu, fjølgávuligu listakvinnu. Vit funnu hennara koltekningar av dramatiska Norðuratlantshavinum perfektar til endamálið. Eitt frálíkt match til havsmakkirnar, sum vit brúka í okkara spiritusi. Og tær einlittu tekningarnar, sum vit hildu hóskaðu seg sera væl at flyta til glasyvirflatuna á fløskuni, stendur.

Ein dokumentarfilmur er eisini á gáttini. Í tí sambandi savnaði Faer Isles Destillery, ein lítlan bólk av innbodnum í Ræst. Har sluppu tey at njóta bæði smakk og sniðgeving av hesum serstaka vodka, við tí somuleiðis serstaka heitinum.

Myndirnar tala fyri seg sjálvar. Ein flott fløska, við íblástri frá hugtakandi listuni hjá Eivør.

Eitt væleydna samstarv.

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

Í gjár kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19