Ongi úrslit

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

Áki Bertholdsen
5. januar kl. 00:30

Nakað fyri jól vistu vit á Dimmalætting at siga, at arbeitt verður við at gera eina muslimskan depil í Føroyum.

Tað hevur elvt til nógv kjak, og nú verður málið eisini tikið upp politiskt á Løgtingi.

Tað er Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum reisir málið. Og í hesum sambandi vil hann hava at vita frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, um ætlanin er at gera nakað fyri at forða fyri hesum.

Jenis av Rana spyr eisini løgmann, hvørjar mannagongdirnar eru galdandi fyri at kunna staðseta fremmand trúarsúmbol í Føroyum, sum hann kallar tað.

Hann vil eisini hava at vita frá løgmanni um umsóknir krevjast til slíkt, og hvørjir møguleikar eru fyri at avmarka, ella at forða fyri, at fremmand trúarsúmbol verða staðsett í Føroyum.

– Seinastu tíðina hava tíðindi borist um ætlanir um staðseting av sonevndari mosku í Føroyum, sigur løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin.

– Hesi tíðindi eru grundað á eina almenna lýsing eftir hølum, nevniliga muslimskum hølum til djúphugsan og fráboðan - og um at stovna felag við sama endamáli.

– Hesi tíðindi hava skapt rúgvismikið kjak. Nøkur fegnast og mong harmast ávara ímóti at opna dyr fyri einari fremmandari hugsjón sum slík høli - sum í longdini kunnu hugsast at verða ein moska - fara at umboða, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at tey ið tala fyri tí, tosa um fordómar og ótolsemi, og tey ið tala ímóti, vísa á royndir úr grannalondum okkara, og úr øðrum londum.

– Har verður sagt, at slíkir deplar og moskur, hava beinleiðis vandamiklar avleiðingar á mentanina, ið er grundað á kristna boðskapin.

– Víst verður á at fremmandar tjóðir fáa ávirkan ígjøgnum fíggjarligan stuðul til at byggja og reka moskur - og tær verða beinleiðis ákærdar fyri at skapa paralellsamfeløg, ið elva til ófrið og forða fyri integratión, sigur Jenis av Rana.

Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

Í gjár kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06