Ongi úrslit

Bjørk boykottast

Jóhanna Højgaard
7. januar kl. 21:01

Fløguhandil boykottar íslendsku heimsstjørnuna eftir uppslag um Grønland.

Frá hósdegnum ber ikki longur til at keypa tónleik frá íslendsku songkvinnuni Björk Guðmundsdóttir í danska fløguhandlinum Record Pushers. Hetta skrivar handilin á Facebook.

Í uppslagnum stendur, at hetta kemst av uppslagnum hjá Bjørk Guðmundsdóttir um Grønland. Í einum innleggi skrivar hon millum annað: Góðu grønlendingar. Lýsið tykkum sjálvstøðugar.

Record Pusher skrivar, at hennara innlegg býtir sundir vinir. Sangarinnan hevur í fleiri umførum verið virkin í kjakinum um Grønland.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41