Ongi úrslit

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

Eyðdis Hartmann Niclasen
8. januar kl. 15:43

Yvirskriftin í KVF í dag endurgevur orðini frá okkara landsstýriskvinnu í uttanríkismálum: “Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”.

Fá orð kunnu betur lýsa, hvør uttanríkispolitikkurin og hugburðurin til trygdina í Føroyum er hjá hesum landsstýrinum. Ikki tykkum at siga, so er Sirið Stenberg eisini forkvinna í Tjóðveldi, sum við løgmanni á odda er í ferð við at taka Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. Ella við øðrum orðum: Loysingarflokkarnir vilja isolera Føroyar.

Slagorðið “fólkarættur” hava tey endurgivið ferð aftaná ferð, men tá ið fólkarætturin ikki verður virdur, hvat ger Tjóðveldi tá? Jú, teirra svar er tað sama sum altíð: Loysing.

Álvaratos. Løgmaður brúkti 15 minuttir í síni nýggjársrøðu at harta føroyingar um at taka ábyrgd, fyri síðan at fáa sítt egna landsstýri at melda greitt út, at Føroyar skulu taka seg úr felagsskapum og tiga. Krógva og blunda. TAÐ er ikki at taka ábyrgd.

Landsstýrið eigur at vísa greitt á, at í ríkisfelagsskapinum standa vit saman. Øll trý londini.

Um man ikki er fyrireikaður uppá tað versta, so gert tað uppaftur verri. Um man ongar ætlanir hevur, kemur alt óvart á seg.

Tað er sera ørkymlandi, at tá ið hart leikar á, so valdar tøgn í landsstýrinum.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

3 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47