Tá islamiseringin av Svøríki byrjaði fyri fáum árum síðani, vóru nógv ivasom. Men tey, sum dittaðu sær at seta spurningar, vórðu útskammað.
Tann politiska, mentanarliga og akademiska elitan í landinum hevði nógv spjaldur á heingja á tey skeptisku. Tey fingu at vita, at tey vóru fordómsfull. Óupplýst. Bangin fyri tí fremmanda. Og mest av øllum: rasistisk.
Politikarar, sum royndu at seta fokus á vandan við islamisering, fingu eisini eitt spjaldur: Teir vóru populistar, sum útnyttaðu óttan hjá fólki til egnan fyrimun.
Hetta helt á sjálvt eftir at trupulleikarnir vóru blivnir púra eyðsýndir.
Vit kunnu ímynda okkum eina mammu í Malmø, hvørs barn fyri bara 10 árum síðani gekk í einum flokki við 18 muslimskum børnum. Sjálvandi hevði hon ikki verið heilt álvulig við støðuna. Men hon hevði illa kunnað sagt tað hart. Tí so hevði hon fingið at vita, at tað vóru hon og hennara snævurskygdu meiningar, sum vóru trupulleikin.
Hetta var veruliga støðan.
Tann akademiska elitan fór ikki í kríggj móti trupulleikunum hjá fólki. Hon fór í kríggj móti meiningunum hjá fólki.
Hóast hesar meiningar spruttu úr tí, fólk sjálv upplivdu.
Eksplosiv menning
Hetta gjørdi, at islamiseringin í Svøríki hendi uttan stórvegis alment, kritiskt orðaskifti.
Og broytingin hevur verið eksplosiv.
Fyrsta moskan varð bygd í Svøríki í 1976. Nú eru seks stórar moskur, sum eru bygdar til endamálið. Men upp ímóti 600 aðrir bygningar ella høli um alt landið verða brúkt sum moskur ella muslimsk bønhús.
Nógvar av moskunum hava tilknýti til lond í Miðeystri. Serliga Turkaland, Qatar og Iran.
Í 2017 bleiv størsta moska í Norðurlondum vígd í Malmø. Stjórnin í Qatar rindaði ein stóran part av kostnaðinum, eins og pengar komu úr Kuwait. Og hvør vígdi hana? Jú, tað gjørdi varðaráðharrin fyri religiøs viðurskifti í Qatar.
Tað, sum er hent, er púra opinlýst: Diktatur í Miðeystri hava misnýtt svenska trúarfrælsið til síni islamistisku, politisku endamál.
Alment er virksemið í øllum moskunum religiøst. Men islam er í sera nógvum førum ikki bara ein religión. Tað er eisini ein politisk ideologi. Og ein politiskur manualur. Tá tú frá almennari síðu gevur islam rúmd og viðurkenning, gevur tú í mongum førum eisini eini politiskari ideologi rúmd og viðurkenning. Eini ideologi, sum ikki kann sameinast við tey virði, vit byggja á.
Tann “politiska korrektheitin” í Svøríki gjørdi, at islamiseringin ikki bleiv umrødd og steðgað, meðan tíð var. Ekstremistiskar og antidemokratiskar rørslur fingu loyvi til at vaksa í tí stilla undir einum skjóli, sum kallaðist “trúarfrælsi”.
Stór hóttan móti Svøríki
I januar í fjør staðfesta svenska fregnartænastan aftur, at moskan ”Imam Ali Islamic Center” í Järfälla varð nýtt av Iran til ólógligt, undirgravandi virksemi, og imamurin varð útvístur. Men eingin ivi er um, at Iran eisini nýtir aðrar svenskar moskur.
Hetta er ein risastór avbjóðing fyri Svøríki sum land, og so seint sum 4. novembur í fjør segði svenski løgmálaráðharrin soleiðis í Ríkisdegnum: ”När det gäller det extremistiska hotet råder det ingen tvekan om att det också kommer från olika håll. Det islamistiska hotet, den våldsbejakande islamismen, hör utan tvekan dit, och sett över de senaste åren är det ett av de största hoten mot Sveriges inre säkerhet.”
Also: Sambært svensku stjórnini er islamisman í dag ein stór trygdarhóttan móti Svøríki.
Tað er kortini ikki bara við harðskapi, at islamisman hóttir Svøríki. Hon hóttir eisini svensk virði, svenska mentan og ta sosialu samanhangsmegina í landinum.
Antizionisman / antisemitisman stendur óhugnaliga sterk í Svøríki. Eisini hon sprettur í stóran mun úr moskunum / muslimsku deplunum.
Tá ISIS var í hæddini fyri góðum 10 árum síðani, fóru umleið 300 islamistar úr Svøríki til Miðeystur at berjast fyri henda brutala terrorfelagsskap. Sína ideologisku føði høvdu teir fingið í svenskum moskum / bønhúsum. Og hesi 300 eru sjálvandi bara toppurin av toppinum av ísfjallinum...
Ein óttafullur lærari
Ein kvinna, sum hevur búð í Svøríki, men nú býr aftur í Føroyum, skrivaði soleiðis til mín í sambandi við ætlanirnar um tann muslimska depilin:
“Eg havi verið lærari í nógv ár í Svøríki, og havt yvir 300 muslimskar næmingar. Fleiri vildu ikki móttaka undirvísing frá mær sum kvinna, kundu ikki sita í bólki við hinum kyninum, bóðu í korridorum sjálvt um tað ikki var loyvt. Hesi fólkini vilja ikki okkum. Tað skapar stórar trupulleikar - og tað hendi eftir heilt fáum árum í Svøríki.
Eg eri sera bangin fyri, at tað sama skal henda hjá okkum.”
(Endurgivið við loyvi frá kvinnuni).
Tað, sum er hent í Svøríki, kann saktans henda í Føroyum, um vit ikki eru vakin. Tað er ikki nógv longri úr Qatar, Iran ella Turkalandi til Svøríkis enn tað er úr hesum londum til Føroya. Og islamisman sær allan heimin sum ein vígvøll. Tað ræður um at vinna øll lond fyri Allah.
Men júst sum í Svøríki fyri fáum árum síðani, eru tað fólk, sum seta spøldur á tey, sum óttast. Vit verða kallað fordómsfull, opportunistisk og rasistisk. Og so er nazikortið sjálvandi eisini spælt.
Men óttin hjá teirri umrøddu kvinnuni kemur ikki av fordómum. Ella snævurskygni. Ella rasismu. Ella islamofobi. Hennara ótti sprettur úr hennara egnu upplivingum.
Og tá vit taka avgerðir um hesi viðurskifti, skulu upplivingar hjá vanligum fólki viga 1000 ferðir so nógv sum tær arrogantu og niðrandi viðmerkingarnar frá teimum klóku og korrektu.
Grundlógin
Í føroyska orðaskiftinum vísa nógv til grundlógina og siga, at vil mann ikki loyva eini muslimskari miðstøð í Føroyum, ger mann seg inn á trúarfrælsið.
Tað var júst trúarfrælsið, sum var skálkaskjólið í Svøríki. Við at skjóta seg undir trúarfrælsið fingu islamistarnir frið til at styrkja sítt politiska, undirgravandi arbeiði.
Men vit skulu aldrin gloyma eitt: Í einum demokratiskum landi skal fólksins vilji vera landsins kós. Vilja føroyingar verja samfelagið móti islamisering, mugu myndugleikarnir gera tað, teir kunnu.
Grundlógin skal sjálvandi haldast. Men tað ber til at verja Føroyar móti islamismuni við grundlógini í hond. Tað er ikki lætt, júst tí markið millum islam og islamismu er so flótandi, at eisini islamisman kann verða vard av trúarfrælsinum. Men uttan at koma nærri inn á tað: Grundlógin tvingar okkum ikki til blint og treytaleyst at vera tolerant móti tí ótoleranta.
Vit kunnu eisini lættliga – sum fleiri lond hava gjørt – seta forboð móti ymiskum sløgum av muslimskum turrikløðum. Tað er ein fín avmarking í sær sjálvum.
Undir øllum umstøðum hava vit nógv størri møguleikar enn tey lond, sum ikki sýndu rættstundis umhugsni. Sum til dømis Svøríki...
Islamistur stendur aftanfyri
Summi siga, at vit ikki kunnu forða fólki at savnast um sína trúgv. Sjálvandi skulu vit ikki tað! Øll skulu kunna savnast at biðja til sín gud. Og tað krevst heldur eingin “depil” til tað.
Tað er ikki spirituelt islam, sum er avbjóðingin. Tað er politiskt islam – islamisman. Og skalt tú hava pengar og annan stuðul uttanífrá, ja, so mást tú hava ein skrásettan, formligan felagsskap. Tað er gjøgnum muslimskar moskur ella deplar, at til dømis Turkaland stuðlar islamistum í Europa.
Hóast deplarnir eru stovnaðir við einum reint religiøsum endamáli, kunnu teir skjótt gerast eitt amboð hjá islamismuni. Í frálíkari grein, sum Rúni Johannesen skrivaði um hetta í farnu viku, sigur hann soleiðis: “Avgerandi spurningurin er ikki, hvat ein depil, ella eitt “sentur”, lovar seg til í dag. Avgerandi spurningurin er sjálvandi, hvat ein depil verður til við tíðini. Fyri ikki at tosa um, hvat hendir, tá onnur fólk koma til, ella aðrir deplar leggjast afturat.”
Í øllum norðurlondum byrjaði islamiseringin við reint religiøsum deplum. Síðani blivu teir politiskir – og endaðu so við at klekja fólk, sum fóru til Sýria at berjast fyri til ISIS.
Men hvussu er við teimum, sum standa aftanfyri “Center for muslimsk meditationshus” í Føroyum og ætla at fáa ein depil her?
Tey flestu tykjast ikki vera radikal. Men ein av nevndarlimunum eitur Murat Aba.
Hyggur ein at hansara facebook-síðu sæst, at hansara størsta fyrimynd yvirhøvur er ein av týdningarmestu islamistum í heiminum: Turkiski diktatorurin, Erdogan. Aftur og aftur eru myndir av Erdogan við hálovandi teksti – og eitt skifti hevði Murat Aba rætt og slætt fingið sær Erdogan sum vangamynd.
Erdogan hevur á skipaðan hátt niðurlagað fólkaræðið í Turkalandi, og gjørt landið støðugt meira islamistiskt. Frælsið hins einstaka og talufrælsið eru sera nógv skerd. Kurdarnar í egnum landi kúgar og jagstrar hann á brutalan hátt. Men terroristarnir í Hamas og Hezbollah hava fullan stuðul frá Erdogan.
Hesin brutali islamistur er also fyrimyndin hjá einum av teimum, sum ætla at stovna ein muslimskan depil í Føroyum. Tað, hann skrivar, er eisini ógvuliga radikalt.
Moralsk skylda
Hóast ið hvussu er ein islamistur situr í nevndini, so kunnu vit ikki siga, at ætlanin við einum muslimskum depli í Føroyum er annað enn reint religiøst og spirituelt.
Men vit hava skyldu til at hyggja at tí, sum er hent í Malmø. Og Marseilles. Og Brussel. Og Birminghan. Og Ishøj. Tað, ið byrjaði sum spirituel religión, endaði sum politisk sharia. Og hvar gongur markið millum hesi? Tað er ómøguligt at siga. Tí fyri nógvar muslimar er eingin munur.
Hetta ger tað trupult at steðga teirri gongdini, vit hava sæð í øðrum londum, tá fyrst ein muslimskur depil er stovnaður.
Vit hava eftir mínum tykki bæði eina moralska og tjóðskaparliga skyldu til at forða fyri, at hetta hendir. Grundlógin skal haldast – men vit skulu nýta allar teir møguleikar, sum hon gevur.
At vilja forða fyri, at islamisman fær fótafestið í Føroyum, er ikki rasisma. Ella trongskygni. Ella nazisma. Tað snýr seg um at læra av teirri katastrofu, sum er hend í til dømis Svøríki. Tað snýr seg um at verja føroyska mentan og siðvenju. At verja føroyskar kvinnur. At verja føroysk samkynd. At verja sjálvt rættarsamfelagið.
Tað snýr seg um at verja tær Føroyar, sum vit kenna. Tær Føroyar, sum eru okkara.