Ongi úrslit

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

Talan var um stóran hval, so tað var eitt baks at fáa hann av aftur

Myndin er frá Austurfrett
Áki Bertholdsen
19. juni kl. 14:24

Tað er ein vanlig sjón, at Norrøna stevnir inn á Seyðisfjørð í Íslandi tíðliga hósmorgun. Men tá ið Norrøna kom á Seyðisfjørð í morgun, vóru tað kortini nógv, sum gníggjaðu sær um eyguni.

Tað lá nevniliga ein stórur hvalur tvørtur um bunustevni á Norrønu, skrivar Ausurfrett í dag.

Tey siga frá havnafútanum, at hann varnaðist, at okkurt var galið, tí Norrøna larmaði meiri enn vanligt, tá ið hon kom inn í Havnina og tá sá hann hvalin liggja tvørtur um stevnið.

Umborð á Norrønu vistu tey ikki av nøkrum. Austurfrett sigur kortini frá skiparanum, at um sjey tíðina í morgun varnaðust tey, at tey høvdu siglt á okkurt í sjónum, men tey vistu ikki, hvat tað var, og tað førdi ikki til nakrar seinkingar.

Men hetta er kortini ikki nakað, tey hava verið úti fyri áður.

Talan var um ein stóran hval, sum vigaði fleiri tons, so tað var eitt baks at fáa hann av aftur, og teir fyrstu stropparnir slitnaðu eisini.

Stór mannfjøld var á keiini og hugdu at tá ið hvalurin varð hivaður av stevnunum og bundin fram við bryggjuni, sigur Austurfrett. Nú skal greiða so fáast á, hvat skal gerast við hann.

Mett verður, at helst var hvalurin deyður, ella hálvdeyður, tá ið Norrøna rendi á hann, annars hevði hann uttan iva svomið undan.

Upprunaliga søgdu íslendingar, at talan var um ein stóran grindahval, men nú verður sagt, at talan er um eina kúlubøku.

Mest lisið hesa vikuna

So nógv kosta tóm hús

2. oktober kl. 10:17

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Nú taka 84 læknar undir við fríari fosturtøku í Føroyum

3. oktober kl. 11:10

Stóð við opnum munni og polyppum

4. oktober kl. 20:45

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Ferðsluóhapp í Suðuroy: Telefonin ringdi av sær sjálvari til løgregluna

3. oktober kl. 07:58