Ongi úrslit

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

-Vit vóru í bumbuskýlinum undir jørð… Nógvar barnafamiljur noyðast at sova í bumbuskýlum

© Israel Hadari/ZUMA Press Wire
Jóhanna Højgaard
15 tímar síðan

Bjørtfríð Shemesh úr Kvívík, býr í Ramat Gan, sum var rakt av missilregninum frá Iran í morgum.

Ramat Gan

Dimma.fo spurdi Bjørtfríð hvussu tey upplivdu tað, og hvussu dagligdagurin, er tá man býr mitt í tí ræðuleikanum, sum kríggj altíð er.

-Vit vóru í bumbuskýlinum undir jørð… Nógvar barnafamiljur noyðast at sova í bumbuskýlum, so tey ikki skullu renna avstað á miðjari nátt.

-Annars hava vit eitt bjálvað bumbuskýli í okkara heimi. Men av tí at vit búgva á ovastu hædd, er okkara bumbuskýli ikki nóg trygt, um bumburnar sum koma úr Iran detta beint niður. Tí eru vit nú noydd at hava aðra loysn.

-Í øllum nýggju bygningum hava íbúðirnar tryggdarrúm at fara í, eins og bumbuskýli undir jørð, ella nær við teirra íbúðarøki.

-Ísrael er bygt upp eftir umstøðunum vit búgva undir her í Miðeysturi.

-Her ristist og larmar illa tá bumburnar detta. Ymiskt er hvussu nógvar eru í tali, men tað hendir tvær til trýggjar ferðir um dagin í løtuni.

-Ymiskt er hvat verður sent úr Iran, tað kann bæði vera bumbur, rakettir ella dronir, sigur Bjørtfríð.

Dóttir hennara, Keren býr eisini í býnum. Í løtuni eru tey tó samlaði heima hjá Bjørtfríð og manninum, so tey kunnu vera um hvønn annan.

Keren býr ikki langt frá hvar stóri skaðin hendi, og hevur hon hund sín, Shusha, við sær til foreldrini.

Shusa veit væl, at okkurt er á vási. Hundurin hjá Keren á veg í bumbuskýlið.

-Djórini vera ikki gloymd, sigur Bjørtfríð, hundurin kemur við í bumbuskýlið.

-Vit eru allatíðina klár at leypa avstað. Ein taska stendur pakkað við bert tí allarmest neyðuga, pass, vatnfløskum og øðrum.

-Vit fáa sms-boð um at leita okkum skjól, og tá skal ganga skjótt. Vit hava tá millum 1,5, til 10 minuttir at leypa niður og yvir í bumbuskýlið.

-Lyft er beinleiðis ur íbúðini á 7.sali, og siðani skullu vit renna 10 metrar til bumbuskýlið.

-Vit hava eisini trappur, men tað tekur ov landa tíð, trappurúm vera eisini nýtt til trygdarrúm um eingin onnur loysn er.

-Tað eru mong sum hava bjargað sær lívið í trappurúmun ígjøgnum ár og dag. So søgan her, hevur ongan enda.

Tað samlaða talið beint nú er, at 70 eru særd í Ramat Gan og 200 særd um alt landið. Tíbetur er enn eingin fráboðan um at nakar er deyður.

-Skúlar, barnagarðar o.a er lukkað niður, bert allneyðug arbeiðspláss eru virkin, maðurin arb. innan medisin, so hann er til arbeiðis, hann hevur heimaskrivstovu.

Dótturin er Yoga Terapótur, so hon arbeiðir í tílíkari støðu online

Sjukrahús eru flutt undir jørð, annars hava bert matvørurhandlar opið.

Bjørtfríð fór av landinum og til Ísraels í 80-árunum, tá tað var ógvuliga vælumtøkt, at fara í kibbutz.

Hon fór í Kibbutz Daliya sum liggur nær Haifa og møtti hon manninum har. Hann var “Kibbutznik”, tað kallast tey sum eru upprunaliga úr kibbutzini og ikki tilflytara.

Tey bæði eiga dóttrina Keren, og ein son sum býr í Kvívík, har hava tey eisini trý ommu- og abbabørn.

Ramat Gan er ein lítil býur eftir Ísraelskum málistokki. 170.000 íbúgvar eru har, og nógvir høgir íbúðarblokkar.

Býurin er kendur fyri síni mongu high-tech virkir, serliga innan AI og telekommunikatión.

Tað víðagitna Israel Diamond Center, eins væl og The Sheba Medical Center liggja í Ramat Gan.

Hettar er størsta almenna hospitalið í landinum.

-Her eru ikki nakrar hernaðarligar støðir, ella annað sum burdi havt áhugað hja nøkrum at bumba, sigur Bjørtfríð.

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

14 tímar síðan

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20

Paz hevur fingið tvær Michelinstjørnur

16. juni kl. 18:55

Myndir: Kongshúsið vísur myndir frá móttøkuni á Dannebrog

13. juni kl. 20:52

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

15 tímar síðan

Robert vitjar hotellið hvønn dag

15. juni kl. 11:50