Ætlananin um at stytta arbeiðsvikuna, er ikki slept.
Tað staðfestir Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
Tað stendur eisini í samgonguskjalinum at arbeiðsvikan skal styttast, men síðani hevur løgmaður staðfest, at meiriluti er ikki fyri tíð í samgonguni.
Tað er Framsókn, sum, hevur sett seg ímóti tí, tí tey vilja ikki hoyra talan um tað, fyrr enn tey eisini hava sett tiltøk í verk fyri at fíggja tað.
Og tað tóktiskt á løgmanni sum um, at málið varð slept. Men Ingilín Didriken Strøm sigur, at tað er ikki slept. Hon sigur, at hon væntar avgjørt at samgongan heldur tað, sum er avtalað.
Ger hon ikki tað, verður eingin samgonga longur, ger hon greitt.
– Arbeiðsvikn skal styttast, sigur tingkvinnan fyri Javnaðarflokkin