Ongi úrslit

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Ein av profilurin á Løgtingi fyri Sambandsflokkin, Magnus Rasmussen, gevst nú í politikk, og sostatt stillar hann ikki upp aftur á løgtingsvarlinum, sum verður seinni í ár.

Tað sigur hann við Norlýsið í dag.

Magnus Rasmussen fekk nógvar atkvøður á seinasta løgtingsvali tá ið hann fekk er 712 atkvøður og var nummar tvet á listanum hjá Sambandsflokkinum.

Hann sigur við Norðlýsið, at tað er nakað síðani, at avgerðin varð tikin og hann hevur eisin i boðað flokkinum frá henni

– Eg eri mettur av politikki og tíðin er búgvin at gevast, sigur hann.

Hann hevur verið átta ár í kommunupolitikki og 11 ár í landspolitikki.

Hetta kann sostatt verða eitt spennandi løgtingsval hjá Sambandsflokkinum, tí. Rasmus Magnussen er fjórða valevni hjá Sambandsflokkinum, sum gevst í flokkinum.

Tann fyrsta var edvá Jacobsen, sum fekk 201 atkvøður á seinasta løgtingsvali og sum eisini hevur sitið á tingi fyri Sambandsflokkin.

Hon vil ikki vera í sama flokki sum tinglimur, ið hevur lagt uppskotið um fría fosturtøku, fyri Løgtingið.

Stutt aftan á tók Áron Vest somu støðu. Hann fekk 134 atkvøður á seinasta løgtingsvali, men eisini hjá honum var tað ovboðið, at Eyðdis Hartmann Niclasen var við til at leggja uppskotið um fría fosturtøku, fyri Løgtingið.

Og tá ið málið um fosturtøku varð samtykt, hevur Sámal Hanni Lognberg somuleiðis meldað seg úr Sambandsflokkinum. Hann fekk 172 atkvøður á seinasta vali, men nú hevur hann meldað seg upp í Miðflokkin.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

Í gjár kl. 10:08

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05