Ongi úrslit

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Føstulávints-vikuskiftið er farið aftur um bak og tað hevur sett sín dám á náttarlívið - eisini ein keðiligan dám í fleiri førum.

Løgreglan sigur, at tað var nógv fólk í býnum í nátt - og tað vóru eisini nógv, sum vóru grýluklødd.

Og løgreglan fekk nógv at gera, tí í fleiri førum stemningurin rættiliga keðiligur. Sostatt máttu tey, fleiri ferðir, leggja upp í at skilja fólk sundur, og eisini máttu tey eftir fólki, sum annars bóru seg býttisliga at.

Eitt skifti vóru eini 50-75 ungfólk samlað niðiri í miðbýnum, men tað var ringur stemningur ímillum tey, og tað førdi til skumparí og ymsar ósemjur.

Løgreglan mátti leggja upp í og nøkur vórðu víst av staðnum.

Men løgreglan sigur, at tey fylgja málinum upp í dag tí tey skulu tosa við nøkur av fólkunum fyri at vita, um okkurt mál um harðskap skal reisast.

Eina løtu seinni var aftur rok í miðbýnum og tað endar kanska við einum máli um harðskap, tí tað løgreglan hevur fingið upplýst, er, at onkur hevur gjørt seg inn á eina vakt á einum skeinkistaði.

Seinni varð áfast ímillum nøkur ung í miðbýnum og eisini har mátti løgreglan upp í. Úrslitið av tí varð, at ein maður varð settur í brummuna. Hann bleiv við at blanda seg upp arbeiðið hjá løgregluni og hann aktaði ikki boðini um at halda seg burtur.

Og táið løgreglan so tók hann, vildi hann heldur ikki siga hvør hann var, so alt tað kostaði honum eina bót og eina nátt í brummuni.

Ein annar maður varð eisini settur í brummuna fyri at vísa harðligan atburð, og tað kostar honum eina bót upp á 3.000 krónur.

Ein annar fekk 1.500 krónur í bót fyri at rætta løgreglufólki longutong. Og ein annar maður fekk eisini bót, tí hann bleiv við at stilla seg framman fyri løgreglubilin so at hann ikki fekk koyrt.

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

13 tímar síðan

Ein umbering

12. februar kl. 08:30