Um midnáttarleitið í nátt varð ringt til løgregluna at melda, at tveir mans gingu og gjørdi seg inn á bilar í miðbýnum í Havn.
Løgreglan sigur, at talan er um bilar á leiðini við Tvørgøtu og Brekkugøtur, og annars har um vegir.
Løgreglan sigur, at tey tóku tveir mans og settur teir í varðhaldi. Talan er ikki um ungdómar, men um vaksnar menn, og teir eru báðir útlendingar.
Løgreglan sigur, at teir vóru ávirkaðir av rúsdrekka, so teir eru ikki førir fyri at vera avhoyrdir fyrr enn seinni í dag.
Fyribils hava tey illgruna um, at herverk er gjørt á 5-6 bilar. Løgreglan sigur, at onkrir bilar hava fingið sløg og buglur.
Men tey siga eisini, at fleiri av bilunum stóðu ólæstir, so løgreglan vil fegin hava bileigarar har um vegir at kanna bilarnar - bæði uttan og innan - fyri at vita um nakað er oyðilagt ella brotið, ella um nakað er stolið úr teimum.
Og er okkurt hent, verðu heitt á bileigararnar um at siga løgregluni frá.