Ongi úrslit

Álopin í sínum egna húsi

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

In.fo boðar nú frá hesum, viðvíkjandi húsunum sum eldur var í í gjárkvøldið:

-Tað var beint áðrenn klokkan 18 í gjár, at løgreglan fekk fráboðan frá einum manni um, at hann var álopin inni í sínum egnu húsum í Tvørgøtu í Havn. Tá løgreglan kom á staðið, var eldur í húsinum, og maðurin var inni og hann var illa viðfarin.

– Vit handtóku ein mann nokso skjótt, og í dag hava vit handtikið ein afturat, sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Menninir eru í løtuni framstillaðir í Føroya Rætti, har teir verða skuldsettir fyri grovan harðskap, fyri tilætlaða eldaáseting og fyri rán.

– Biðið er um afturlatnar hurðar í rættinum, og tí fái eg ikki sagt meira, sigur Heri Andreasen.

Leiðarin á kanningardeildini sigur víðari, at løgreglan hevur í alla nátt og í allan morgun savnað saman øll møgulig prógv og seta saman hypotesur um, hvat kann vera orsøkin til, at hetta er hent.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Álopin í sínum egna húsi

6 tímar síðan

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

Í gjár kl. 12:00

Kemur ikki við allíkavæl

14. februar kl. 15:09