Upprunaliga skuldi Eugen Miu, dansipartnarin hjá Sissal tá hon luttók í Dansifrøði í fjør, trína á pallin saman við Sissal í kvøld. Men tað fer ikki at henda allíkavæl.
Orsøkin er, at Eugen í løtuni hevur fult fokus á sangleikinum Den eneste ene, sum hevur frumsýning um tvær vikur.
Tá Ekstra Bladet hittir Eugen Miu á reyða teppinum til frumframførsluna av sangleikinum Frozen, sigur hann um avlýsingina:
-Tað er mega harmiligt! Eg elski Sissal. Eg elski at arbeiða saman við henni, so eg vildi ynskt, at eg kundi verið á hennara heimavølli, har hon segði mær, hvat eg skuldi gera. So tað er harmiligt, men eg krossi fingrar fyri, at hon vinnur.
-Eg elski hennara sang, og eg haldi, at hann sigst vera tann mest lurtaði beint nú.