Ongi úrslit

Útlendingar í Føroyum

Gulli Johansen
2 tímar síðan

Nú hevur verið nógv skriva um útlendingar í føroyum og serliga fast track skipanina.

Tøl hjá Landsfólkayvirlitinum vísa, at í oktobur í fjør búðu 2.605 útlendingar í Føroyum. Í fjør fingu tilsamans 1.998 útlendingar uppihalds loyvi í Føroyum. Knapt 450 fólk løgdust aftur at fólkatalinum.

1998 fingu uppihalds loyvi men fólkavøkstuin var bara 450, so er fráflytingin størri enn tilflytinginn, eitt arbeiðs loyvi er bert 1 har á gangin, og fara tí meginparturin heim eftur bert 1 árið í Føroyum.

Av hesum útlendingum komu í 2022 sum eru nýggjastu tøluni fyri Fast track, bara 450 gjøgnum skipanina altso ¼ av øllum uppihalds loyvum.

Reglurnar fyri familjusamanføring eru at ein skal sjalprøgva at viðkomandi tjenar minst 31.710,81 fyri at fáa makan við til føroyar og minsta mark veksur fyri hvørt barni eisini.

Ein útlendingur sum kemur her at arbeiða á fiskavirkjum ella matstovu/hotel tjenar 161.79 um tímar og skal arbeiða 40 tímar um vikuna tað gevur ca. 26000,- um mánan so har skal nógv yvurtíð til fyri at kunna fáa makan við. Er talan um Handverkara er grundlønin 182,96 ella ca 29300 um mánan og kann hann tí heldur ikki fáa makan við uttan hann arbeiður yvur.

Útlendingar sum koma til Føroyar at arbeiða gjalda allir ALS, Barsils, KVF, Heilsutrygd og Skatt í Føroyum teir eru tí við til at gjlada alla vælferð vit nýta gagn av.

Einans 36 umsøknir um samfylgjandi familju harav eini 90% eru makar hjá okkum føroyingum

vit hava ein skúlastjóra í einum skúla í føroyum sum ikki dugdi 1 orð av føroyskum tá hon kom til føroyar, men kann nú tosa flótandi føroyskt. Vit sóðu eina Italenskan Lektara á fróðskaparsetrinum tósa Føroyskt og verða við til at menna ein umsetara til okkum Føroyingar, Portogisara sum hevur gjørt Førroyskt/Portugisisk orðabók og tosa betur føroyskt enn onkur politikkari, kenni fleir Filipinara sum tosa væl føroyskt. Her eru eisni útlenskar kvinnur sum hava ansa eftur børnum gjøgnum nógv ár og tosa so at siga flótandi føroysk, Men skullu vit til lækna er eingin trupulleiki at teir ikki tosa ella skilja Føroyskt summir ikki eingongd danskt.

Í 2022 vóru gögnum fast track 83 útlendingar við føroyskum fiskiskipum, um teir ikki vóru so løgu fleiri fiskiskip bundin við kaj, er eru eisni fleiri úr ES londum, 260 arbeiddu á fiskavirkjum, um tey ikki vóru so vóru hesu fiskavirkir helst ikki virkin og teir føroyingar sum arbeiða har vóru arbeiðsleysir, vóru tað føroyingar sum bygdu eysturoyar og sands tunnilin? hvør skal byggja suðuroyar tunnilin. hvør byggjur flestu búðstaðinar?

Hvør ger reint á fleir Almennum arbeiðsplássum, hvør ger at tú kanst keypa tær eina Pizza ella annan skundverða, hvør selur brennieveni til bilarnar, Hotell og matstovu vinnan var burtur uttan útlendingar, Norrøna hevði ikki fungera,

Vit síggja eisini hvussu ójavn Fast track skipanin riggar Føroyingar verða koyrdir heim/í fiskavirkis skipanina tí útlendingarnir mugu hva 40 tímar fyri at arbeiðsplássi ikki skal missa tey. Hesir útlendingar gjalda eisini í fiskavirkis skipanina/ALS so broyt lógina soleiðis at ístaðin fyri krav um 40 tímar at arbeiðsgevarin skal grundgeva fyri tørvinum og tað var 30-35 tímar í gjøgnumsnit um mánan so var lítið at gerða eina viku fóru øll í fiskavirkis skipanina.

Eisini verður ført fram at krav um eina reina revsiváttan. Gamaní, men um ein sum tánáringur hevur gjørt okkurt býtt sum ikki hevur so nógv uppá seg skal verða til hindurs at fáa arbeiði, aðrenn nakra gjørdi fyrsta lógarbrot hevði ein eina reina revsiváttan. Um tú hevur sum tánáringur hevur verið við at gjørt herverk á eini gomul tóm hús kanst tú gott blíva politikari, ella um tú ert frádómdur koyrikort hevur tú ikki reina revsiváttan, men kanst gott verða politikari og hava so gott sum øll størv.

Vit mugu broyta lógina, men vit muga til at taka atlit til útlendingin, vit vilja at tey integresast, læra Føroyskt, men hugsa ikki um hvussu tað skal gerast. Um tey hava krav at arbeiða 40 tímar skullu læra føroyskt, send á eitt skeið í føroyskum í havn 20 tímar um vikun, av teimum 260 sum arbeiða á flakavirkjum býr eingin í havn, so set sum krav at arbeiðsgevarin skal tryggja frálæru í føroyskum 4 tímar um vikuna, eftur miðdag fríggjadag við løn.

Tað vil møgulia javnviða arbeiði til at føroyingar ikki noyast til hús fríggjadag tí einki arbeið er eftir, tíverri hava polittikara slett ikki hugsa aðren fast track beilv sett í gildið, og eru tað nú teir somu so tosa um at broyta ella steðga henn heilt, uttan at hugsa um avleiðingarnar tað far fyri landið og tey fólkini (útlendingarnir) ja tey eru sanniliga eisini fólk sum eru ein stórur partur av grundini til at vit hava tað framgongd vit hava í Føroyum í dag 

Gulli Johansen

(Hjúnarfelagi hjá einum útlendingi)

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39