Ongi úrslit

Vit mugu taka tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

– Tað er alneyðugt, at fólkið norðanfyri Suðuroyarfjørð stendur saman við og tekur tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum.

Soleiðis tók Jógvan Fríðriksson, biskupur, til í prædiku síni í Fámjins kirkju í gjár.

Tað eru 150 ár síðani at kirkjan í Fámjin varð tikin í nýtslu og í tí sambandi var hátíðarhald í Fámjini gjár, har Jógvan Fríðrikson helt prædikuna.

Serliga vakti tað ans, at biskupur tók eisini samferðsluviðurskiftini upp í prædiku síni.

Tað er í Fámjins kirkju, at tað fyrsta føroyska flaggið hongur

– Eyðvitað eru øll økir í landinum við til at skapa samleika føroyinga, men her suðuri á landi er samleikin avmyndaður í Merkinum, segði Jógvan Fríðriksson.

– Tað politiska landslagið arbeiðir við at fáa Merkið viðurkent á fleiri altjóða pallum t.d. innan ítróttin. Løgtingið og Landsstýrið royna at vinna Føroyum sæti og eitt eyðsýnt pláss, so har merkini veittra veittrar eisini mítt.

– Merkið í Fámjins kirkju er ein dýrgripur fyri føroysku tjóðina. Tað bindur okkum saman, so tjóðskaparandin fær luft undir veingirnar, tá ið kvinnur og menn eru við í leikum og ítróttar brøgdum í altjóða kappingum uttanfyri landoddarnar. Tað sæst og hoyrist, at her á landi býr eitt mergja fólkaslag.

Biskupur sigur, at hann vónar, at samanhaldið og tann samhaldsfasti andin rundan um leikvøllin hjá ítróttinum, sæst aftur í samfelagsligum samanhaldi og festi.  

– Tað er alneyðugt, at fólkið norðanfyri Suðuroyarfjørð stendur saman við og tekur tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum, segði Jógvan Fríðriksson í prædiku síni.

– At menna eitt land og øll økir í landinum krevur samanhald og festi, legði hann afturat.

– Tað sama ger seg galdandi í fólkakirkjuni, ið er Guðs og fólksins. 

– Vit mega vera djørv og ganga hugans brøttu bjargaleiðir eins og tey, ið undan gingu innan mentan, lærdóm og vinnulív. Hvør tíð krevur sínar íløgur. Sita vit hendur í favn og ikki varnast hetta, rennur tíðin frá okkum. Og tey fara framvið, segði Biskupur.

Og so endurgav hann eisini eitt brot úr einum sangi, Stanley Samuelsen hevur givið út.

Tey fara framvið á sumri í sól

so vónrík og flúgvandi glað

ein gullglæma sveipar og signar tað lið

sum í vóndreymi sveimar avstað.

 

Tey fara framvið sum tað følnaða leyv,

ið miðleyst á heiðunum fleyg

 sum mammur ið syrgja tá dýrasta ogn

børnini ov tíðliga deyð.

Í dag verða børnini í yrkingini tulkað sum Suðuroyggin, har barnatalið støðugt lækkar, og ungdómurin flytur av oynni.

– At síggja møguleikan og grípa um løtuna nú. Tað ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Tað eru møguleikar, ið ikki koma aftur. Einki stendur í stað uttan afturgongdin.

– Gævi at vit føroyingar síggja Suðuroynna, steðga á og taka neyðug stig. Tað er ikki haldgott, at vit einans fara framvið og harvið sigla oynna afturúr, segði Jógvan Fríðriksson, biskupur

Øll prædikan kann lesast í fullum líki her. https://www.folkakirkjan.fo/kunning/tidindi/fara-fram-vid-suduroynni-famjins-kirkja-150-ar

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

Í gjár kl. 09:29

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37