Ongi úrslit

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

Hann má gera eykatúr, tí pláss var ikki við Smyrli

Áki Bertholdsen
20. juni kl. 10:06

Jóansøka er á Tvøroyri hetta vikuskiftið og eyðvitað er tað nógv fólk, sum leitar sær suður. Men í gjárkvøldið var Smyril so fullur, at pláss var ikki fyri nógvum av farminum, sum annars skuldi við.

Tessvegna stóð nógv eftir, men í hesum føri ar tað kanska serliga óheppið, at tað, sum stóð eftir, er nógv av jóansøkumatinum, sum skuldi í handlarnar upp undir jóansøkuna.

Handlarnir av lýst við nógvum jóansøkutilboðum, men nógv fólk, sum hava verið í handlunum, eru farin avstað aftur sum av tórvheiðum, tí maturin stóð eftir í Havn.

Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, sigur, at hann fekk boðini í gjárkvøldið.

Tí varð gjørt av at taka Teistan úr nólsoyarsiglingini so at hann kundi fara ein eykatúr til Suðuroyar í morgum, fullur av jóansøkumati.

Hann sigur, at talan er um rættiliga nógva vøru, tí talan er um tvey stór sleip, bæði frystivøra og kølivøra.

Teistin verður á Krambatanga onkuntíð ímillum klokkan 12.30 og 13 í dag.

Samferðsluleiðarin sigur, at ætlanin er so at taka farm norður aftur við, so at hann ikki skal sigla tómur.

Ístaðin fyri Teistan, hevur Ternan loyst í Klaksvík, har hon hevur ligið, og hon fer nú at røkja nólsoyarsiglingina.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26