Ongi úrslit

Paz hevur fingið tvær Michelinstjørnur

Michelin-handanin var í Odsherred

Jóhanna Højgaard
16. juni 2025 kl. 18:55

Fyri fáum vikum síðani lat nýggja matstovan hjá kokkinum Poul Andrias Ziska upp í Tórshavn. Hon liggur í miðbýnum.

Hóast so stutt tíð er liðin, hevur Paz, sum matstovan eitur, longu fingið tvær Michelin-stjørnur frá Michelin Guide.

Tær blivu tildeildar í kvøld í Odsherred, har Michelin-handanin til norðurlendskar matstovur gekk fyri seg.

Verturin læs upp grundgevingina fyri hví Paz fekk hendan heiðurin

-The experience is a true joy (...) You're approach is refreshingly authenthic and full of characther..."

Hvussu kennist tað? spurdi verturin síðani Poul Andrias Ziska.

– Gott. Tað er gott at vera aftur! svaraði hann

Hann fortaldi, at nakað av trýsti hevði verið á hann, nú tey akkurát hava latið matstovuna upp, og at hetta er nýtt og øðrvísi umhvørvi enn tað, hann er vanur at arbeiða í.

– Hetta hevði eg veruliga ikki væntað. Men tá man fær eina innbjóðing til hetta, so væntar man sjálvandi okkurt, men eg var als ikki fyrireikaður uppá hetta, segði Poul Andrias Ziska.

Myndir: Claus Bech/Ritzau Scanpix

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41