Í fleiri ár hevur Djóraverndarfelagið sett ynski fram um at fáa eitt herberg í Havn til djór, sum verða tikin upp tí tey ongan góðan hava.
Og nú er tað nærri við at verða veruleiki, tí í gjár samtykti Tórshavnar Býráð at játta teimum eitt stykki til endamálið.
Djóraverndarfelagið hevur ført fram, at tað er stórur tørvur á einum slíkum herbergi, tí tey fáa nógvar fráboðanir um dýr, sum ganga fyri vág og vind, ella sum ikki verða røkt - og ofta er støðan álvarsom.
Ein tann størsta avbjóðingin hjá felagnum er at hýsa teimum djórunum, tey fáa inn.
Tí hava tey søkt býráðið um at fáa eitt stykkið upp á einar 6.000 fermetrar við tí endamáli at byggja eitt djóraherberg upp á 400 fermetrar.
Og nú hevur býráðið samtykt at lata tey fáa 6.000 fermetrar av eini trøð undir Stiðjagøtu, úti í Vika.
Talan er um ein geira av eini trøð, sum gongur heilt oman í Sandá, og sum Tórshavnar býráð hevur leigað út.
Men leigarin er sinnaður at lata djóraverndarfelagnum eina slaka helvt at trøðini, ella 6.000 fermetrar, til djóraherberg.
Sostatt skal Djóraverndarfelagið leigað stykkið við einum sáttmála, sum er galdandi í minst 25 ár.
Býráðið sigur, at, í hvussu so er onkrir grannar, eru ikki fegnir um ætlanina.
Tað verður á tí gula teiginum, at herbergið verður
Teir halda, at tað er burturvið at leggja tílíkt virksemið í býnum, tí tílíkt virksemi eigur at verða uttan fyri býin.
Serliga er tað burtur við at leggja tað á eini trøð, sum liggur í einum øki har annað djórahald er.
Hesi grannar halda ikki, at tað er ráðiligt, at hundar, kettur og onnur djór, fara at órógvað annað djórahald við seyði, gæs, hønum og dunnum.
Hinvegin heldur Djóraverndarfelagið liggur væl fyri og eitt tey vísa á, er, at aktingarmaðurin er longu í økinum.
Djórini í herberginum verða í búrum og innistikað og Djóraverndarfelagið heldur eisini, at eitt slíkt herberg er tætt við býin so at tað er skjótt at koma til, bæði við bili, bussi, súkklu og til gongu.
Virksemið í Djóraverndarfelagnum og sjálvboðið og tey flestu, sum eru virkin í felagnum, búgva í Havn og tí hevur atkoman stóran týdning.
Samstundis hevur kommunan longu eina hundatrøð í Havnadali, har fólk rokast við hundum.
Tey fimm í andstøðuni í býráðnum tóku ikki undir við málinum.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan, heldur, at eitt slíkt herberg eigur ikki at vera í býnum, men skal tað verða, eigur tað at verða lagt úti í Havnadali.
Tað er rættiliga óvirðiligt, at leggja eitt slíkt djóraherberg beint við har sum fólk búgva, heldur hann.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin er sannførdur um, at meirilutin í býráðnum hevur ikki ánilsi av, hvat tey eru í holt við. Hann heldur, at tað fer at fáa óbótaligan skaða at leggja eitt slíkt herberg á einum stykki, har fólk býr rundan um.
– Hundar goyggja, seyður jarmar og kettulortur er skaðiligur fyri seyð, tí tað kann fáa ær at kasta burtur, sigur hann.
Eisini hann mælir til at flyta herbergið út í Havnardal, tí hann heldur ikki, at Tórshavnar býráð kann bjóða fólki hetta.
Elsa Berg, borgarstjóri, vísir á, at undanfarna býráð kannaði møguleikan fyri at leggja djóra-herbergið í Havnardali, men tey funnu einki stað.
Hon sigur eisini, at herbergið verður ljóðisolerað og væl innistikað fyri at ampi ikki skal standast av tí.
Heðin Mortensen, býráðslimur, tekur undir við ætlanini, men hann staðfestir, at býráðið skal eisini fyrireika seg upp á at fáa fleiri umsóknir um stuðul í hesum sambandi, eitt nú til at stika og til at byggja herbergið.