Ongi úrslit

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

Annars hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:28

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni. Men sjáldan slepst heilt undan og tað gjørdi løgreglan heldur ikki í nátt.

Stutt fyri midnátt varð ringt úr einum skeinkistaði til løgregluna at melda ein mann, sum hevði verið harðligur við starvsfólk.

Løgreglan handtók mannin og setti hann í brummuna, haðani hann verður leyslatin nú í morgin. Men tað verður við eino bót upp á 3.000 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Og nakað eftir midnátt varnaðust fólk, sum vóru í Vágsbotni, at tveir ungir mans vóru lagstir á at kappa fanglínuna til ein bát, sum lá við bátabrúgvarnar.

Fólk gjørdu ikki mætari enn at tey tóku menninar og hildu teimum til løgreglan kom fram.

Løgreglan sigur, at eisini teir fáa bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar - og kanska verða teir eisini skuldsettir fyri herverk.

Annars eru tvey stór tiltøk hetta vikuskiftið. Í gjár var tónleikatiltakið, Okkara Land, í Havn, og á Tvøroyri er jóansøka, men løgreglan sigur haðani hevur einki verið at frætta.

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

19. juni kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

20. juni kl. 10:06

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

19. juni kl. 13:25

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

18. juni kl. 19:21

Fara nú at byggja eitt nýtt herberg í Havn - til djór

19. juni kl. 10:55

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

Í gjár kl. 09:28