Ongi úrslit

USA hevur bumbað Iran

Trý Iransk kjarnorkustøð eru rakt.

© Sarah Silbiger/Reuters
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 07:10

Trump forseti boðaði á sosialu miðlunum frá, at trý iransk kjarnorkustøð eru rakt.

Eitt av teimun er fjarskotna fjalla-anleggið á Fordo, sum er lívsneyðugt fyri kjarnorkuætlanirnar hjá Iran.

Enn er einki at frætta um, hvussu stórur skaðin á støðini er.

Hettar er ein munandi eskalering í áhaldandi krígnum millum Iran og Ísrael.

Bumburnar, sum vórðu nýttar í álopunum, verða hildnar at fevna um “bunker busters”, sum eru gjørdar til at oyðileggja djúptliggjandi undirgrundsbunkarar.

- Minnist til, at tað eru nógv mark eftir. Í kvøld var tað torførasta av teimum øllum, og kanska tað mest deyðiliga, segði forsetin í stuttari sjónvarpsrøðu til amerikanska fólkið.

Men um friðurin ikki kemur skjótt, so fara vit til tey onnur málini við neyvleika, skjótleika og førleika, helt hann fram.

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

19. juni kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

20. juni kl. 10:06

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

19. juni kl. 13:25

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

18. juni kl. 19:21

Fara nú at byggja eitt nýtt herberg í Havn - til djór

19. juni kl. 10:55

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

Í gjár kl. 09:28