Ongi úrslit

Koronufarsóttin fyrireikaði okkum til fjarlestur”

Tær eru bachelorar í búskapar- og virkisfrøði frá Setrinum, og nú hava tær eisini skrivað serritgerð á Copenhagen Business School. Uttan at búgva í Keypmannahavn og við smáum børnum.

Anja Justinussen, 34 ár, og Elsbet Bjartalíð Danielsen, 31 ár, feiraðu í farnu viku, at tær hava gjørt seg lidnar við serritgerðina á cand.merc.aud lestrinum á CBS.
Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
13 tímar síðan

Í farnu viku kundu Anja Justinussen, 34 ár, og Elsbet Bjartalíð Danielsen, 31 ár, hátíðarhalda, at tær eru lidnar við serritgerðina á cand.merc.aud lestrinum á Copenhagen Business School. Kandidatútbúgvingin er lokin seks ár eftir, at tær báðar saman byrjaðu upp á bachelorútbúgving í búskapar- og virkisfrøði á Setrinum. 

Tá tær báðar byrjaðu upp á bachelorútbúgving í búskaparfrøði & virkisfrøði á Setrinum á sumri 2019, kundu tær ómøguligt vita, hvussu øðrvísi lestrarumstøðurnar fóru at vera. Tíðliga á várið 2020 bleiv øll undirvísingin flutt á Zoom sum avleiðing av koronufarsóttini.

“Vit gingu á Setrinum, tá ið Covid-19 byrjaði”, greiðir Elsbet frá. “Og tí tóku vit nógv av okkara bachelor útbúgving heimanífrá. Hetta gjørdi, at vit vóru longu klárar at lesa á CBS við fjarlestri. Tá tað ikki er møtiskylda hjá CBS, kundu vit standa sum fulltíðarlesandi á staðnum, hóast vit tóku tað úr Føroyum fyri mítt viðkomandi og Anja úr Kroatia. Vit hava tikið flest allar royndir umvegis Glasir í Havn, har vit hava søkt CBS um dispensation til tað.” 

Á útbúgvingini í búskapar- og virkisfrøði á føroyska universitetinum taka tey lesandi eina blanding av lærugreinum innan ávíkavist búskaparfrøði (nationaløkonomi á donskum) og virkisfrøði (virksomhedsøkonomi á donskum). Kravdu lærugreinarnar eru soleiðis samansettar, at bachelorútbúgvingin gevur atgongd til bæði at lesa kandidat í búskaparfrøði og í virkisfrøði á universitetum uttanfyri landoddarnar. Í Keypmannahavn hava bachelorar í búskapar- og virkisfrøði soleiðis lisið víðari á bæði Københavns Universitet og Copenhagen Business School. 

Anja og Elsbet valdu at lesa víðari á kandidatútbúgving á CBS, har tær nú saman hava skrivað serritgerð um grannskoðarayrkið. 

Elsbet greiðir soleiðis frá serritgerðini:

“Yvirskriftin á serritgerð okkara er "Er revisorbranchen i fare?”, tí í nógv ár hevur tað verið torført at fanga áhugan hjá ungum og at fáa tey at fara víðari fyri at gerast statsautoriseraði. Í serritgerðini staðfesta vit millum annað, at næstu 10 árini verður tað heilt galið við statsautoriseraðum grannskoðarum, tí heili 60% av hesum náa pensjónsaldurin hesi komandi árini.”

Á Fróðskaparsetrinum skrivaðu tær báðar eisini endaligu bacheloruppgávuna saman. Og kanska gav bacheloruppgávan eina ábending um áhuga teirra fyri virkisfrøðiligum evnum, tí tær skrivaðu um “corporate social responsibility” í alivinnuni í Føroyum undir yvirskriftini "Hvussu alivinnan burðardygt verður myndað av áhugabólkum og reguleringum".

Elsbet hevur trý børn og starvast á fyrisitingardeildini á Havstovuni, meðan Anja hevur eitt barn og er búsitandi í Kroatia, har hon framhaldandi er innskrivað á CBS, tí hon manglar eitt semester av útbúgving síni. 

Setrið tekur upp nýggj hold í búskapar- og virkisfrøði hvørt summar. Umsóknarfreistin at søkja inn á útbúgvingina er nú 1. juli 2025 við lestrarbyrjan síðst í august.


Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

19. juni kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

20. juni kl. 10:06

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

19. juni kl. 13:25

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

18. juni kl. 19:21

Fara nú at byggja eitt nýtt herberg í Havn - til djór

19. juni kl. 10:55

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

Í gjár kl. 09:28