Ongi úrslit

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

Felagið fyri kirkjuráðslimir fingið búmerki

Felagið fyri kirkjuráðslimir
26. juni kl. 08:30

Fyrr í ár skrivaði Felagið fyri kirkjuráðslimir út búmerkjakapping. Tey hildu, at hetta var eitt gott høvi at gera tað, nú Felagið fyri kirkjuráðslimir verður 30 ár í september.

Tá freistin var farin hin 1. mai, vóru 11 uppskot komin inn.

Nevndin í felagnum fekk sær hjálp hjá serkønum fólki at meta um uppskotini ið øll vóru dulnevnd.  Og eftir at hava kannað tey  gjølla, gjørdi nevndin einmælt av, hvør hevði uppiborið at vinna.

Á lítlari samkomu á matstovuni, Rist, í Runavík jóansøkukvøld 24. juni, handaði forkvinna felagsins, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, vinnaranum blómur og heiðursbræv.

Og tað var Sjúrður Højgaard, sum hevði tað besta uppskotið til búmerki.

Virðislønin var 10.000 krónur og felagið ætlar er at brúka búmerki í øllum samskifti framyvir.

 Sjúrður Højgaard, ið er grafiskur sniðgevari, sigur soleiðis um búmerkið:

“Búmerkið inniheldur 12 formar, 4 av teimum mynda ein kross, 4 eru hjørtu, og 4 eru sum blómur, sum eisini styrkja krossarformin.

Talið 12 talar um stjórn og teir 12 ápostlarnar, sum sótu sum eitt ráð í Jerúsalem - og har teir máttu velja Mattias at fylla plássið hjá Judasi, sum sveik Harran og sum hongdi seg.

Krossurin er kjarnin í kristna boðskapinum. Hann hevur fýra horn, sum siga, at Harri okkara doyði fyri allan heimin og biður sínar fara og boða hetta kring allan heim, út í allar ættir og fyri øllum. Tær 4 ættirnar minna á, at Felagið fyri kirkjuráðslimir umfatar alt landið.

Ein annar kjarni í kristna boðskapinum er kærleikin, sum má vera ráðandi í øllum kristnum arbeiði, bæði innan virksemið sjálvt og mótvegis øllum pørtum uttanfyri virksemið. Kærleikan fáa vit frá honum, sum fyrst elskaði okkum, alra mest tá ið hann gav seg sjálvan at doyggja fyri okkum á krossinum.

Blómurnar uttast eru tekin um, at við at vera miðsavnað um krossins boðskap, í sonnum kristnum kærleika, vil arbeiðið bera frukt, - frukt, sum varar við til ævigt lív.

Búmerkið er mannliga teknað, ikki gjørt við vitlíki.

Tveir litir eru í búmerkinum: Fjólublátt og myrkagrátt. Fjólublái ber boð um kongligleika og myndugleika, meðan myrkagrái, saman við, ber boð um íhaldssemi, protokoll og álvarsemi. Harri vár er kongur konga og orð hans sigur, at vit eru kongar og prestar og kongligur prestaskapur, men tann myndugleika hava vit sjálvandi einans undir honum, sum sendiboð í hansara stað.

Navnið er sett við skrift týpuni Garamond. Henda skrift er nevnd eftir Claude Garamond, sum livdi í París í sekstandu øld. Garamond skriftin er vinsæl til henda dag og ofta brúktur í bókaprenti og lesiteksti.

Stavirnir í Garamond eru kensluríkir og sveiggjandi. Garamond er ein serifa-skrift, sum merkir, at stavirnir hava føtur. Við Garamond lýsir ein grafiskt, at ein er rótfestur í siðbundnum virðum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Tvey hús á Toftum fingu skaða av spreinging

24. juni kl. 07:40

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

22. juni kl. 09:28

Koronufarsóttin fyrireikaði okkum til fjarlestur”

23. juni kl. 11:31

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

Í gjár kl. 07:44

USA hevur bumbað Iran

22. juni kl. 07:10