Umleið kl. 19 í kvøld kom fráboðan frá Norrønu um, at ferðafólk høvdu lagt merki til, at eitt fólk datt fyri borð av Norrønu. Norrøna er á veg til Føroya úr Hirtshals og siglir fram við Noregi í kvøld.
Smyril Line sigur, at skiparin tók alt fyri eitt avgerð um at seta leiting í verk, og norsk leitingarskip og tyrla frá Kystvakten leita nú á staðnum.
Meira kunning kemur seinni í kvøld, sigur Smyril Line